Tíðindi
17.02.2023
Mikudagin setti Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna-og útbúgvingarmálum, munnligan fyrispurning viðvíkjandi handaligu og listarligu lærugreinunum í fólkaskúlanum. Hann vil vita, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi handaligu og listarligu lærugreinunum, nú samgonguskjalið nevnir javnvág millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Hann vil eisini vita, um fólkaskúlin er ov tætt tongdur at upptøkukrøvumum t.d. týskt og alis-/evnafrøði frá miðnámsskúlunum, og um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við hesi upptøkukrøv.
- Alis- og evnafrøði og týskt eru vallærugrein, verður sagt, men tað er tað í roynd og veru ikki, tí hesar lærugreinirnar eru krav fyri at sleppa inn á ávikavist náttúrubreyt og hugbreyt á miðnámi, segði løgtingsmaðurin.
Djóni N. Joensen svaraði, at hann ætlar at raðfesta handaligu og listaligu lærugreinirnar og harvið menna handaverk og list og styrkja lærugreinirnar við at skipa tær øðrvísi. Í løtuni er arbeiðsbólkur í ferð við at leggja síðstu hond á tilmæli, har tíma- og lærugreinabýtið verður enduskoðað. Partur av arbeiðssetinginum hjá arbeiðsbólkinum er júst at styrkja handaligu og listaligu lærugreinirnar, sang, tónleik, myndlist, tilevning, handarbeiði og heimkunnleika. Í dag er kravda tímatalið í handaverki og list í 1.-7. flokk 25 tímar til samans. Samanbera vit tímatalið við eitt nú tímatalið í Danmark, so er kravda tímatalið har 32 tímar, í Finnlandi 35 tímar.
- Handaligu og listaligu lærugreinirnar hava ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti. Fólkaskúlin eigur at byggja á eina heildarfatan, har næmingurin bæði mennir og fær nýtt sínar mongu gávur og fær upplivingar, sum menna hugin og hugflogið á listaliga og skapandi økinum. Arbeiðið á listaliga og skapandi økinum geva næminginum møguleika at ogna sær førleika at fordjúpa seg og hugflog, og ikki minst eru hetta førleikar, sum kunnu nýtast í aðrari fakligari læring. Eisini ogna næmingar sær í handaligu lærugreinunum bæði bindindi og hegni til sjálvstøðugt arbeiði og førleikar at arbeiða saman við øðrum, og hetta seg serliga galdandi, um teir kunnu velja handaligar og listaligar lærugreinir, sum teir hava áhuga fyri. Listaligu og skapandi lærugreinirnar kunnu hava stóra ávirkan á innlæring og menning og trivnað hjá einstaka næminginum.
Landsstýrismaðurin segði, at nógv av tí, sum løgtingsmaðurin spyr um, verður viðgjørt í arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlalógina, og tí er tað ov tíðliga at siga neyvt, hvat fer at verða gjørt.
- Vit eiga at umhugsa at stytta skúladagin, og at minka um trýstið, sum liggur á teimum ungu at taka avgerðir. Í verandi skipan er alis- og evnafrøði kravd lærugrein í 7. flokki og vallærugrein í 8. og 9. flokki. Týskt er vallærugrein í 8. og 9. flokki. Spurningarnir, sum verður settir í munnliga fyrispurninginum hjá Bárði, arbeiðir arbeiðsbólkurin, sum endurskoðar fólkaskúlalógina við. Tá arbeiðsbólkurin er liðugur við arbeiðið, fáa vit eitt nógv greiðari svar.
Í viðmerking til munnliga fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at hann fegnast um orðingarnar í samgonguskjalinum, har tað verður sagt, at fólkaskúlin skal kveikja skapandi og verkliga hugin hjá børnunum, og javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Tað, sum kanska serliga stendur eftir frá tí, at somu flokkar sótu við valdinum frá 2015-2019, er, at bókliga undirvísingartímatalið í framhaldsdeildini í roynd og veru hækkaði við ikki færri enn seks tímum umvikuna. Fyrst komu tveir kravdir tímar í samfelagsfrøði, og síðani komu fýra tímar í týskum, ið tíverri aftur varð gjørt til krav fyri at sleppa inn á bæði hug- og búskaparbreytina á miðnámi. Vónandi verður betri hesaferð. Tað munnu vera tey fæstu 13 ára gomlu, ið vita júst, hvat ið tey ætla sær eftir fólkaskúla. Í framhaldsdeildini eru handaligu og listarligu lærugreinarnar skipaðar sum vallærugreinar saman við m.ø. týskum og alis-/evnafrøði. Men sum nú er, er mestsum einki at velja í hjá næmingunum, hóast valmøguleikarnir eiga at vera har. Næmingarnir kunnu illa velja eftir áhuga, av tí at upptøkukrøvini frá miðnámi um alis-/evnafrøði og týskt taka næstan alt plássið – og haraftrat meginpartin av vallærugreinajáttanini til skúlan. Tað er eisini ein sannroynd, at tað ikki eru so mong av okkara ungu, ið velja sær eina yrkisútbúgving eftir fólkaskúlan. Ein av orsøkunum kann avgjørt hugsast at vera manglandi atgongdin til handaligt læringsháttalag í fólkaskúlanum – serliga í framhaldsdeildini. Næmingarnir kenna seg kanska ikki tryggar við handaliga frálæru og velja tískil framhaldsskúla hareftir. Fólkaskúlin er sera bókligur og kann sýnast at vera ov nógv stýrdur av upptøkukrøvum frá gymnasialum miðnámi. Krøvum, sum eru viðvirkandi til, at børnini og tey ungu ikki í nóg stóran mun fáa lut í tí fjølbroytni, ið gagnar í persónligu menningini – nakað sum fólkaskúlalógin annars gevur boð um, at tey skulu og eiga at fáa.