Tíðindi

Fyrstu teknini um skúlaaftran

Orsøkirnar kunnu vera sera ymiskar, men yvirskipað hevur skúlaaftran við trivnað at gera. Ofta trivnaðin í skúlanum, men tað kann eisini vera trivnaðurin heima ella eftir skúlatíð. Tað sigur Mirjam Zachariasen, flokslærari og leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin

07.03.2023

Hvat er tað, ið lærarin skal hava í huga fyri at fyribyrgja skúlaaftran? Mirjam Zachariasen, flokslærari og leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin, sigur, at fyrstu teknini mangan eru, at næmingur er burtur ein dag av og á, ikki fylgjandi dagar.

- Vit síggja, at fráveran ikki er orsakað sjúku, tí tað er einstakir dagar av og á, ikki samanhangandi dagar, sum tað vanliga er, tá sjúka er. Síggja vit hetta, so er ofta talan um mistrivnað. Hetta kann vera næmingur, sum ofta hevur ilt í búkinum, hevur ilt í høvdinum, er illa fyri sum heild og so framvegis. Siga tey frá, at tey hava ilt onkustaðni, so royna vit at tosa við tey og fáa tey at verða verandi í skúlanum, biðja tey hvíla seg ella fáa sær okkurt at eta. Práta eitt sindur við tey. Tað, sum er so trupult við børnum, sum ikki koma í skúla, er, at einki mál er líka.

Orsøkirnar kunnu vera sera ymiskar, men yvirskipað hevur hetta við trivnað at gera. Ofta trivnaðin í skúlanum, men tað kann eisini vera trivnaðurin heima ella eftir skúlatíð.

- Tað kann vera ringt at síggja, hvat ger, at barnið ikki kemur í skúla. Orsøkin til skúlaaftran kann vera einføld, men hon kann eisini vera ógvuliga samansett. Undir øllum umstøðum er umráðandi at tosa um, hvat tað er, sum ger, at barnið ikki vil í skúla. Tá ið næmingarnir eru eldri, er verri at gjøgnumskoða, hvat tað er, sum ger, at tað ikki vil í skúla. Tað kann vera, at barnið møtir í skúla um morgunin, men fer heimaftur, og foreldrini vita ikki av tí.

Hóast skúlaaftran hevur nógv andlit, og einki dømi er líka, so heldur Mirjam Zachariasen tó, at tað hevði loyst upp hjá nógvum næmingum, um teir sluppu at gera okkurt annað enn tað bókliga, sum fyllir so nógv í skúlanum, og ikki minst at teir næmingar, sum trívast illa, fáa fleiri steðgir ímillum lærugreinirnar.

Les samrøðu við Mirjam Zachariasen í Skúlablað nr 1, 2023

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni