Tíðindi

Fyrstu orðini hjá føroyskum børnum

Grein hjá Sissal M. Rasmussen við heitinum “Faroese children’s first words” er komin út í tíðarritinum Nordic Journal of Linguistics, Cambridge University Press.

25.05.2022

Gransking vísir á týdningin, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum, eisini í mun til aðrar partar av málsligu menningini hjá børnum til dømis setningsgerð og lesiførleikar. Úrslitini í hesi greinini byggja á dátur frá 415 føroyskum børnum í aldrinum 8 til 20 mánaðir.

Í greinini sæst, hvørji tey fyrstu orðini hjá føroyskum børnum eru og hvørji eyðkennini við hesum orðunum eru. Í greinini er ein listi við 50 teimum fyrstu orðunum, sum føroysk børn duga at siga. Greinin vísir eisini, hvussu føroysk børn læra orð samanborið við børn í londum rundan um okkum, og fyrstu orðini hjá føroyskum børnum og enskum børnum vera borðin saman.

Ein stuttur samandráttur kann lesast her: Faroese children’s first words | Nordic Journal of Linguistics | Cambridge Core

Tað krevur hald at lesa alla greinina.

Sissal M. Rasmussen, ph.d. er adjunktur á Fróðskaparsetur Føroya. Hon hevur skrivað ph.d-ritgerð um máltøku hjá føroyskum børnum, arbeitt við málsligari menning og at gera tilfar ætlað børnum og teimum, sum eru um børnini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni