Tíðindi

Fyrsta úrslitið av heildarætlan fyri kt í undirvísingarverkinum

Í dag varð skipað fyri hátíðarløtu í Undirvísingarstýrinum í sambandi við heildarrætlanin fyri kt í undirvísingarverkinum

31.10.2022

Fyri tveimum árum síðan varð heildarætlanin fyri KT í undirvísingarverkinum løgd fram og handað landsstýrismanninum, Jenisi av Rana.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ábyrgdina at fremja KT-heildarætlanina í verki, og arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við serfrøðingar úr KT-vinnuni, umframt skúlum og útbúgvingarstovnum kring landið.

Nýggja KT-skipanin hevur fyrst og fremst til endamáls at vera eitt amboð hjá skúlum og útbúgvingarstovnum at umsita virksemi hjá teimum. Harumframt skal skipanin hjálpa myndugleikum við viðkomandi hagtølum.

Kervi er heitið á verandi lestrarfyrisitingarskipan hjá fólkaskúlanum, og nýggja KT-skipanin hevur fingið heitið, Kervi+. Sambært móðurmálsorðabókini er eitt kervi millum annað “ein samheild av lutum (…) har ið teir einstøku partarnir eru bundnir hvør at øðrum og virka eftir ávísum reglum…”. Nýggja KT-skipanin hjá undirvísingarverkinum verður bygd í lutum, sum eru bundnir saman og virka eftir ávísum reglum – sum eitt kervi. Gamalt støði er gott at byggja á. Kervi+ tekur støði í verandi Kervi, sum verður nýtt í fólkaskúlanum, men nýggja skipanin fer somuleiðis at fevna um miðnám og hægri útbúgvingar. Talan er sostatt um størri skipan, ið fevnir um alt undirvísingarverkið í Føroyum.

Í apríl í fjør samtykti Løgtingið at fremja heildarætlanina í verki, og peningur varð settur av á fíggjarlógini. Í apríl í ár varð farið undir at menna sjálva kt-skipanina, og longu eftir bert hálvum ári sæst fyrsta ítøkiliga úrslitið av arbeiðinum. Mánadagin, 31. oktober, kundu myndugleikar fara í holt við at skráseta fyrstu grundupplýsingarnar í skipanini, og í hesum sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu í Undirvísingarstýrinum.

Arbeitt verður víðari við at menna skipanina, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á øllum skúlum og útbúgvingarstovnum í 2025.

Myndin: Nógv fólk møtti til hátíðarhaldið í Undirvísingarstýrinum í dag, 31. oktober

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni