Tíðindi
10.05.2023
Førleikastovan samskipar øll tiltøk og átøk, sum verða fyriskipað í sambandi við skúlaaftran. Fremsta amboðið at brúka í arbeiðnum at fyribyrgja skúlaaftran er ein góð skrásetingarskipan.
- Tað hevur týdning, at lærarar hava felags stev, tá talan er um fráveru. Lærarar eru ymiskir, og onkur leggur størri orku í hetta enn onkur annar, men vit hava lært, hvussu nógv skal til at fáa heimasitarar aftur í skúla, og tí eru vit í dag meiri tilvitað um, hvussu nógv ein góð og neyv skráseting av fráveru hevur at siga. Á námsfrøðiligu fundunum tosa vit um týdningin av at taka fráveruna fram, eisini fyri at venja lærarar við at taka hetta í álvara. Vit síggja, at tað ger mun alla tíðina at hava fráveruna í huga, eisini tá fráveran er á markinum at vera ov nógv. Vit hava altíð skrásett fráveru hjá næmingum, men ikki fyrr enn nú, tá vit hava fleiri dømi um næmingar við nógvari fráveru, síggja vit týdningin í eini neyvari skrásetingarskipan.
Økta tilvitið um týdningin av skrásetingini ger, at lærarar beinanvegin í fyrsta flokki seta orð á, hvat tað vil siga at ganga í skúla, hvussu umráðandi tað er at møta hvønn dag og til tíðina.
- Vit tosa við bæði foreldur og næmingar um uppmøting og fráveru. Leiðslan kunnar á felagsforeldrafundi um týdningin av at vera í skúla. Fráveran hjá næminginum verður eisini tikin fram á viðtalunum, sum eru tvær ferðir um árið. Harumframt hyggja vit javnan at fráveruni hjá hvørjum einstøkum næmingi, og er fráveran nógv, so seta vit okkum í samband við heimið. Hetta hevur fyribyrgjandi ávirkan.
Foreldrini eru sera týdningarmiklir viðleikarar, tá ið talan er um børn við skúlaaftran. Skúlin og lærararnir samskifta við foreldrini alla tíðina fyri hvørt stigið, sum verður tikið.
- Sama hvat vit ætla og gera, so hava vit foreldrini við. Hava foreldrini ikki álit á okkum, so er ringt at fáa næmingin við upp á nakað. Halda foreldrini, at vit leggja ov stórt trýst á næmingin, so bakka vit og laga okkum til tað, næmingurin megnar. Foreldur at yngri næmingum eru annars skjót at siga frá, tá barnið er nógv burtur frá skúla.
Les samrøðu við Mirjam Zachariasen í Skúlablað nr 1, 2023
Savnsmynd