Tíðindi
29.02.2016
Føroya Lærarafelag ávaraði ímóti at fara undir at leggja stóru skúlarnar í Klaksvík eins og í Havn saman, áðrenn hølisviðurskiftini vóru fingin upp á pláss. Tí undrar tað ikki formannin í Føroya Lærarafelag, nú álitisfólkini í Skúlanum á Fløtum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík í Skúlablaðnum greiða frá um truplu umstøðurnar at samansjóða skúlarnar; samanborið við viðurskiftini í Klaksvík, eru hølisumstøðurnar í Havn verri, tí Skúlin á Fløtum heldur til í so nógvum bygningum, sum liggja fjart frá hvør øðrum.
- Fyrst treytin fyri samanlegging er, at formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, og at fysisku karmarnir eru í lagi. Skulu lærararnir úr skúlunum, sum leggja saman, samansjóðast, mugu teir hittast í tí dagliga, á lærarastovuni og fríkorterunum; sum álitisfólkini serliga í Skúlanum á Fløtum greiða frá, so eru umstøðurnar har sera vánaligar at hittast, og tí er eingin verulig samansjóðing, sigur Herálvur Jacobsen.
Samanleggingin av skúlunum í Klaksvík er enn ikki verið líka umfatandi sum í Havn, tí flestu árgangir halda enn til í somu hølum sum undan samanleggingini.
- Lærarar og næmingar í fyrrverandi Venjingarskúlanum eru í teirri støðu, at teir eru vavdir upp í vánaligu hølisviðurskiftini í fyrrverandi Kommunuskúlanum, soleiðis at umstøðurnar hjá øllum eru meiri og minni ótolandi. Tíðin hevur ikki einki at siga; jú longri tú bíðar eftir skúlanum, sum skal byggjast, verri er at tola umstøðurnar, og í báðum førum tosa vit um at bíða til í fyrsta lagi 2018. Eftir mínum tykki átti at verið bíðað at lagt skúlarnar saman, til fyrsta byggistig stóð liðugt. Øll ávaraðu ímóti at leggja skúlarnar saman á henda hátt, áðrenn ein felags bygningur stóð liðugur, men tað varð ikki lurtað. Mentamálaráðið, sum hevur góðkent samanleggingina, átti at sett sum treyt, at samanleggingin skuldi bíðað, til byggingin av nýggja skúlanum var væl áleiðis ella liðug.
Formligu viðurskiftini í samanleggingini av skúlunum í Sundalagnum eru heldur ikki í lagi sambært Lærarafelagnum, sum fyri góðari viku síðan kærdi Mentamálaráðið til Løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum.
- Ætlanin hjá Sunda kommunu at leggja smáu skúlarnar saman í ein stóran felagsskúla er góð, men Mentamálaráðið hevur megnað at skapt eina gølu burtur úr samanleggingini, tí teir ikki hava gáað nóg væl um tey formligu viðurskiftini, tá skúlar verða lagdir saman. Hevði Mentamálaráðið fylgt spælireglunum, so átti tað at mælt Sunda kommunu til at tryggja sær, at fólkini á staðnum eru fyri samanleggingini, og umframt at tryggjað, at fysisku karmarnir eru í lagi. Ásetingin í fólkaskúlalógini um fólkaatkvøðu er ein neyðventilur, og boltar tú ventilin fastan, so fært tú fólkið ímóti tær, og tað er júst tað, sum er hent. Sunda kommuna loyvir fólkunum at siga sína hugsan á fólkaatkvøðu, men velur ikki at lurta eftir, hvat tey siga; eg eri onga løtu í iva um, at partur av andstøðuni ímóti samanleggingini í Sundalagnum skyldast, at fólkið er tikið av ræði. Sunda kommunu hevur bara gjørt eftir ráðgeving úr Mentamálaráðnum; men henda ráðgevingin er sambært okkum ikki røtt eftir lógini.
Lesið greinir á www.skulabladid.fo seinasta hósdag og í Skúlablaðnum, sum júst er komið, um sama mál.