Tíðindi
12.12.2022
Jenis av Rana hevur sum landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum umsitið fólkaskúlan. Hann metir, at skúlin er á rættari kós, men iðrar seg eisini um, at okkurt er, ið liggur á láni, sum hann ikki náddi í tíðarskeiðnum sum landsstýrismaður.
Hvat ert tú fegnast um at hava avrikað sum landsstýrismaður í skúlamálum?
-Framdu tiltøkini móti happing og fyri trivnaði í skúlaverkinum eru, at trivnaðarráðgevi er settur, árligur antihappingardagur er ásettur og samanberiligar trivnaðarkanningar verða gjørdar annað hvørt ár, sigur Jenis av Rana.
-Eg fegnist eisini um at hava sett í verk grundleggjandi kanningina, ið er gjørd, og nú verður greinað av samstarvinum millum Sernám, skúlar og stovnar vegna áralongu kærurnar um vánaligt samstarv. Og um at hava sett bólkin av serkønum, sum situr og endurskoðar og dagførir fólkaskúlalógina, og haðani fyrstu uppskot um lógarbroytingar nú eru á veg. Eisini fegnist eg um nýggju KT-skipanina til skúlaverkið fyri 40 mió., sum nú er farin av bakkastokki. Eg fegnist um hesa heildarætlan at menna eina framkomna, trygga og felags KT-skipan fyri alt undirvísingarverkið.
-Og eisini gleðir tað meg, at vit hava sett Fólkaskúlaráðið og gymnasiala útbúgvingarráðið, sum vóru ómannað, tá vit tóku við. Vit samtyktu eisini lógarbroytingina, ið fíggjarliga javnstillar frískúlar við teir almennu, og vit hava raðfest munandi játtanina til tilflytarar, børn og vaksin, við øðrum máli enn føroyskum, sigur Jenis av Rana.
Er onkur ætlan, ið liggur á láni, og sum tú iðrar teg um, at tú ikki náddi at seta í verk?
- Ja, eg hevði viljað kunnað sæð og kanska verið við til at sett í verk tey uppskotini, sum eg veit eru á veg úr nevndini, sum dagførir fólkaskúlalógina. Hevði ætlanir um at fáa samtykt, at nevndin, sum dagførir fólkaskúlalógina, verður sitandi, so hon, so hvørt sum mett verður neyðugt, kann taka spurningar um broytingar og batar av lógini og øðrum, ið viðvíkur fólkaskúlanum, til viðgerðar. Gleddi meg eisini til at vera við til at kanna og kanska seta í verk broytingar líkar teimum, sum íslendski barna- og skúlamálaráðharrin hevur sett í verk fyri at samskipa og tryggja hjálpina til næmingar, sum tørvar hjálp.
Við tí innliti, ið tú hevur fingið sum landsstýrismaður á økinum, hvussu heldur tú so føroyski fólkaskúlin hevur tað?
- Við teimum avgerðum og átøkum, sum eru sett í verk, meti eg, at skúlin er á rættari kós, og at grundarlagið er lagt fyri at kunna gera neyðugu ábøturnar, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, Jenis av Rana.
Tekstur: Dagfinn Olsen