Tíðindi
25.04.2023
Tá ið ein skúli setir seg í samband við Sernám í sambandi við eitt barn, sum hevur skúlaaftran, so verður mangan fyrst og fremst hugsað um barnið sum einstakling. Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi, vísa á, at barnið altíð er partur av einum samteksti, sum er skúlin.
- Vanliga hugsar skúlaleiðslan um barnið sum einstakling og ikki í líka stóran mun um einstaklingin sum partur av einum samteksti. Tað kann vera avbjóðandi at hyggja inneftir fyri at vita, um okkurt í skúlanum kann vera atvoldin til, at barnið hevur skúlaaftran. Hetta tilvitið, at barnið er partur av einum samteksti sum er skúlin, kemur ikki av sær sjálvum, hetta skal venjast, upplýsing og vitan skulu til.
At skúlar hyggja inneftir og kjakast um, hvør skúlamentan ger seg galdandi á staðnum er ógvuliga áhugavert, og tað er eisini átrokandi at varpa ljós á, vísa tær á. Tað verður lítið og einki gjørt við at kjakast um hetta í Føroyum, ei heldur uttanlands.
- Eftir okkara tykki kann tað vera bæði fyribyrgjandi og heilsufremjandi í sjálvum sær at fáa meiri fram í ljósið.
At arbeiða við skúlamentanini er seig og drúgv tilgongd. Ikki minst skal hetta raðfestast, og starvfólkini skulu vera motiverað at fara undir hetta arbeiðið.
- Skúlar eru vanliga ein samanrenning av eldri og yngri lærarum; eru tað teir eldru lærararnir, sum flyta seg yvir í tann nýggja hugsanarháttin, ella eru tað teir yngru, sum laga seg til teir eldru? Tað, vit ofta síggja, er, at teir yngru standa veikari, júst tí teir eru yngri og nýggir í yrkinum, og tí eru tað mangan teir eldru, sum “vinna” so at siga. Og hetta hendir hóast tað at vera barn í dag er so øgiliga nógv øðrvísi enn at vera barn fyrr – barnafatanin og barnalívið er so nógv øðrvísi og kompleksari. Tað kann tykjast útihýsandi, um eldri lærarar altíð skulu taka fram, hvussu alt var fyrr, tí hvussu loyvir tú tá barninum, soleiðis sum tað er í dag, fram?
At arbeitt við skúlamentanini og bloytt hana upp, har hon er myndugleikakend og ágangandi, hevði ikki komið allari skúlaaftran til lívs, ásanna tær. Tann bólkurin, sum hevur ymsar avbjóðingar, sosialar og sálarfrøðiligar, hevur mangan avbjóðingar í skúlanum kortini.
- Fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk beina ikki fyri øllum trupulleikum, men tey gera øgiliga stóran mun, og næmingar, sum taka seg aftur úr skúlanum, verða nógv færri. Í einum góðum skúlaumhvørvi kunnu eisini tey børnini, sum hava avbjóðingar, trívast. Sama hvørja avbjóðing barnið hevur, og sama, hvat tað bagir, so hevur skúlin eina ábyrgd at syrgja fyri, at barnið fær undirvísing. Henda skyldan hvørvur ongantíð. Men tað er eingin ivi um, at seta skúlar sær fyri at hyggja inneftir og arbeiða við skúlamentanini og skúlaskipanini á staðnum og ikki bara hyggja at næminginum sum einstaklingi, so hevði verið nógv vunnið.
Les samrøðu við Margreth Olsen og Tórfríð Danielsen í Skúlablað nr 1, 2023.