Tíðindi
15.02.2022
Frílesing er vanlig í skúlanum, serliga í grunddeildini, tá ið næmingarnir eru komnir á lagið at lesa, og í miðdeildini. Endamálið er at fáa næmingarnar at savna seg um eina bók, at fáa teir at lesa meiri, oftari og betur, og soleiðis vera við at geva teimum góðar lesivanar. Hetta riggar væl hjá yngri næmingum, heldur Jacoba Lervig, lærari í føroyskum, men hennara royndir eru, at tað riggar minni væl í hádeildini.
- Eg havi roynt frílesing í hádeildini og tá fingið næmingar at spyrja meg um orð, teir ikki skilja, men næmingarnir tíma illa frílesing. Tað er so nógv annað, sum órógvar løtuna hjá tannáringum; eftir mínum tykki er frílesing, har øll sita saman og lesa, ikki tað rætta forumið at njóta eina bók. Tá tú situr saman við øðrum, har onkur týðiliga ikki tímir at lesa, og onkur kanska órógvar, so verður tað spilltíð, haldi eg. Tey fáa í øllum førum ov lítið burturúr samanborið við tíðina, vit brúka til tað. Hetta við at biðja teir lesa ávíst minutt-tal heima hvønn dag riggar heldur ikki at biðja næmingar í hádeildini gera. Mær dámar betur, at næmingar taka eina bók við heim at lesa hana. Nakað undan ferium plagi eg at biðja teir velja sær eina bók at taka heim við at lesa og lesa hana lidna í feriuni; so skulu teir gera eitt gott bókaummæli ella eina munnliga framløgu um tað, teir hava fingið burturúr. Tá leggi eg ikki so stóran dent á at greina og tulka, men heldur at fáa teir at siga, hvat teir hava fingið burturúr. Sjálvsagt tíma allir næmingar ikki hetta, men nógvir tíma. Eg biði teir gera hetta umleið eina ferð um ársfjórðingin. Næmingar kunnu ofta biðja um uppskot til bøkur. Er søgan fangandi, so tíma teir væl, og tað bindur næmingarnar eitt sindur við at krevja ella vænta av teimum, at teir skulu gera antin eitt ummæli ella eina framløgu. Tá ið næmingurin lesur ummælið upp fyri flokkinum, kunnu hinir næmingarnir seta spurningar, og tað hendir ofta, at teir hava nógvar spurningar.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021