Tíðindi
14.02.2022
Endamálið við frílesing er at leggja góðar lesivanar niður í næmingarnar; at fáa teir at hugsavna seg um eina bók og eggja teimum at lesa meiri. Nitu Næs dámar tó ikki so væl orðið frílesing, tí tað kann leiða til orðið frí.
- Vit kalla tað, sum onnur nevna frílesing, fyri sjálvstøðuga lesiløtu. Bæði næmingurin og lærarin fáa best burturúr, tá ið hesin hátturin at lesa er skipaður soleiðis, at bókin hóskar seg til lesiførleikan hjá einstaka næminginum; tað krevur, at lærarin hevur eitt stórt innlit og hevur yvirlit, serliga um tað eru nógvir næmingar í flokkinum. Fyri nakrar næmingar kann tað merkja størri frælsi, tá ið teir hava sjálvstøðuga lesiløtu; teir kunnu sita í frið og náðum og eru ikki noyddir at fyrihalda seg til tilfar saman við øðrum. Eg brúki nógv, at næmingarnir lesa sjálvir; til tey smærri brúki eg spurningar til tekstin, og so fái eg teir at lesa eitt petti upp fyri mær. Mær dámar best at hava bæði, felags lesibók og so sjálvstøðuga lesiløtu, og tað rokni eg við, at tey flestu gera.
Síðsta heyst var Nita Næs til fyrilestur, ið Gertrud Brand, sum er lærari og lesivegleiðari í Helsgør Kommunu, hevði um flótandi lesing í praksis við serligum fyriliti fyri miðdeildini. Hon hevur skrivað bókina Flydende læsning i praksis, og tað var við henni sum grundarlag, at hon helt fyrilesturin.
- Hon kom m.a. inn á, at tað er sera týdningarmikið at lesa hvønn tann einasta dag, og at lesa eitt stykki upp fyri einum makkara, læraranum ella einum vaksnum. Hon kom eisini inn á vansan, tá vit lærarar seta næmingar, ið ikki megna lesingina, at lesa frílesing. Eisini kom hon inn á, at vit lærarar skulu lesa søgur upp fyri flokkinum øll árini, og ikki gevast við upplestri av søgum, tá ið tey koma í framhaldsdeildina, tí tað stimbar og gevur íblástur.
Í Hvalbiar skúla byrja tey at skriva í 1. flokki. Tað er skjótt, at næmingarnir kunnu fara undir at skriva smáar søgur, har tað ikki verður hugsað um at stava rætt, men um at siga eina søgu, og so skriva tey sum orðini ljóða, heldur Nita Næs.
- Skrivingin mennir sjálvsagt lesingina, eins og lesingin mennir skrivingina. Vit síggja tað væl í stílaskriving, at næmingar, ið lesa, hava ofta lættari við at orða seg. Tá vit skulu skriva, so hugsa vit meira um hvørt einstakt orð, enn tá vit siga orðini út í luftina. Vit vita eisini, at tað er granskað í, at tá børn skriva við hond, verða ávísir partar av heilanum stimbraðir á annan hátt, enn tá skrivað verður á teldu.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021