Tíðindi
24.08.2022
Hann ferðast í teimum hægru luftløgunum. Hann er útbúgvin gudfrøðingur, men hevur veruliga fingið luft undir veingirnar sum fuglakønur granskari úti á markini. Vit kenna hann millum annað frá fuglatáttinum í morgunsendingini í útvarpinum.
Silas Olofson er navnið, og hann er ikki í iva um, hvaðani ovurstóri áhugin og alskurin fyri fugli og fuglalívi stavar.
- Áhugin varð kveiktur í skúlanum í Fuglafirði, sigur hann púra avgjørdur.
Barnaárini gekk hann í skúla í bygdini, og tað er serliga læraranum í lívfrøði, Alexanduri Kristiansen, fyri at takka, at áhugin beit seg so fastan hjá lítla smádronginum.
- Alexandur dugdi kynstrið at fanga áhugan hjá næmingunum. Hann dugdi so sjáldsama væl og á meistarligan hátt at siga søgur og greiða frá fugli og margfelda lívinum í haganum og í náttúruni. Og so hevði hann so sera góðar gávur at tekna og dugdi væl at gera undirvísingina livandi, stuttliga og spennandi. Tað fangaði mín áhuga, og áhugin er ongantíð farin frá mær aftur, sigur Silas.
Helst man lærarin tíðliga hava varnast áhugan hjá smádronginum. Silas minnist serliga væl eina hending.
- Alexandur hevði borið eyga við eitt sjáldsamt gásapar við Sílatanga í Fuglafirði. Men hesum segði hann mær ikki frá, fyrr enn skúladagurin var liðin, og tað gjørdist eg ikki sørt firtin um. Í dag dugi eg at skilja orsøkina, tí helst hevði smádrongurin kastað alt frá sær, sett beina kós móti Sílatanga, og so hevði lítið komið burtur úr skúlanum tann dagin. Eg havi tá verið um átta-níggju ára gamal og spolaði avstað á súkkluni, so skjótt skúlin var liðugur. Tað var fyrstu ferð, at eg var einsamallur við Sílatanga og hugdi eftir sjáldsomum fugli, sigur Silas.
Hann heldur, at árini í barnaskúlanum í Fuglafirði vóru góð. Skúlin gjørdi nógv burtur úr at fara við næmingunum burtur í haga og út í føroysku náttúruna. Men eisini varð stundum farið av bygdini.
Einaferð var flokkurin á útferð í Nólsoy. Har varð millum annað vitjað hjá fuglafrøðinginum Jens Kjeld Jensen. Tað var dagur í viku, minnist Silas, sum var ógvuliga hugtikin av mongu útstappaðu fuglunum og fekk miklan íblástur frá fuglakennaranum mikla í Nólsoy.
Í dag hava Silas Olofson og Jens Kjeld Jensen regluligt samband og tosa javnan um fugl og fuglalív í Føroyum og aðrastaðni.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022, sum júst er komið.