Tíðindi
23.11.2016
Fíggjarmálaráðið hevur umdoypt lønardeildina til starvsfólkadeildin. Hetta er tekin um vilja til at hugsa almenna arbeiðsmarknaðin størri enn bara ein spurning um løn. Hetta er at fegnast um, tí sáttmálarnir innihalda nógv meira enn løn, og harumframt er ein partur av arbeiðsmarknaðinum skipaður í lóg, sum áður var skipaður í sáttmála.
Fakfeløgini eiga at taka positivt ímóti útspælinum hjá samgonguni, men skulu sjálvandi gera sítt heimaarbeiði. Eg vil her koma við nøkrum tankum um okkurt av tí, sum ikki fyllir so nógv í tí dagligu umsitingini av sáttmálum og arbeiðsviðurskiftum. Tað er hóskandi, tá man kortini endurskoðar sáttmálar og mannagongdir o.a. at hugsa hetta inn í eina størri heild.
Barsil
Barsilskipanin kom í 2001 og var ein avskriving av táverandi umsiting av barsil hjá almenna arbeiðsmarknaðinum. Partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum fingu tískil onki nýtt við lógini, men nýtt var, at øll skuldu gjalda inn í skipanina. Eftir at dómur var sagdur, har staðfest var, at sáttmálarnir vóru lutvísl ógyldigir í samband við javnstøðu, broytti lønardeildin tulkingina av sáttmálunum. Farið var burtur frá umsitingini innan 2001 til eina fyri starvsfólkini verri rættindi. Síðan 2001 hevur skipanin verið fyri nógvum broytingum, og nú er útgjaldið longt munandi eins og arbeitt verður við at skriva páparnar meira inn í lógina.
Tíðin er búgvin at strika úr sáttmálunum ásetingar um barsil, hesar eru nú skipaðar í lóg, og er man ikki heilt nøgdur við skipanina, er tað ein spurningur sum landstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum skal loysa. Fakfeløgini eiga tí heldur at brúka megina at bøta um lógina, so hámarkið fyri útgjald verður hækkað, at eftirløn verður løgd omaná, og ikki tikin av sum nú er, og allarbest var um arbeiðsgevarin fekk endurgjaldið, tí starvsfólkini fingu fulla løn í øllum barsilstíðarskeiðnum. Um fakfeløgini strika ásetingar um barsil í sáttmálanum, frígevur hetta ávísan karm, sum kann nýtast til at bøta um sáttmálan á øðrum økjum, t.d. við lønarhækkan.
Arbeiðsloysisskipanin
Vit skulu øll verða limir í arbeiðsloysisskipanini, og tí er tað týdningarmikið, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava eina meining um skipanina. Eitt nú er útgjaldið ikki javnað í fleiri ár, pensjón verður ikki goldin í løtuni og eigur sjálvandi at verða løgd omaná. Manglandi pensjónsinngjald í arbeiðsloysistíðarskeiðnum kann hava sera óhepnar avleiðingar á tryggingarnar, sum hoyra til pensjónsuppsparingina. Hetta eigur at verða kravt broytt.
Seinastu árini hevur Fróðskaparsetrið økt um upptøkuna av studentum, og tá hesi eru liðug við sína útbúgving, hava tey sera vánalig rættindi í arbeiðsloysisskipanini. Eitt nú hava nýútbúnir lærarar ilt við at fáa starv sum lærari, og vil illa til, ber illa til at fara í ALS, tí skipanin er ikki gjørd til at taka móti nýútbúnum. Tað hevur eisini týdning at skilja millum hugtøkini ”arbeiðsleysur” og ”arbeiðsleysur lærari”, og tí eigur ALS at víðka sín leiklut, tí skipanin er annað enn útgjald. Fakfeløgini eiga tí sum tað minsta at krevja, at ALS hevur eitt minsta útgjald, sum man kann liva av, at hámarkið verður javnað árliga, og at pensjón o.a. verður skipað. Harumframt skulu nýútbúgvin sleppa í ALS, og stovnurin skal eisini veita tænastur til bæði tey, sum eru arbeiðsleys, og tey, sum bíða eftir at fáa arbeiði, har tey sleppa at brúka sína útbúgving.
Pensjónssnøklar
Føroyar hevur innan stutta tíð gjørt fleiri broytingar á pensjónsøkinum. Til og við 2011 var óskattað pensjónsskipan, í 2012 og 2013 var skattað pensjónsskipan, og frá 2014 og frameftir er tað nýggja tvungna skipanin. Hetta ger, at nógv fólk hava nógvar smáar uppsparingar, sum liggja stillar. Hetta kostar í umsiting. Fakfeløgini eiga tí at krevja, at pensjónsfeløgini rudda upp í hesum og geva kundunum frítt at samla sínar pensjónir ella taka pengarnar út, er talan um smáupphæddir.
Fyri uttan hetta er heilt víst nógv annað at tosa um, nú starvsfólkadeildin fer til verka.