Tíðindi
20.03.2025
Skúlabyrjan er fyri tey flestu børn ein spennandi, nýggj tíð. Men fyri børn við ADHD kann tað vera ein kampur – bæði fyri tey sjálvi, familjuna og lærararnar. Men um skúlin og lærararnir hjálpa og stuðla hesum børnunum á rættan hátt, so kann mann venda avbjóðingini til nakað positivt. Tað kann Birita Kjærbo sanna. Hon hevur tvey børn, sum bæði hava ADHD.
– Skúlin hevur gjørt eitt risastórt arbeiði fyri at fáa tey bæði tvey at trívast og at fáa sum mest burtur úr undirvísingini, sigur hon.
Amanda gongur í 5. flokki og Villiam í 2. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt. Men tað var, tá tey fóru í 1. flokk, at tað ordiliga stóð á. Hóast tey bæði altíð hava verið væl fyri fakliga, høvdu tey hvør sínar avbjóðingar – Amanda hevði trupult við at fylgja við, meðan Villiam illa kláraði at sita stillur.
Er tað ikki sjáldsamt við tveimum børnum, sum bæði hava ADHD, og at tað gongur so væl hjá báðum?
– Tað haldi eg. Eg havi ikki hoyrt nakað dømi um onnur, har tað gongur so væl. Men eg kann ímynda mær, at tað gongur væl hjá øðrum eisini, men at mann bara ikki hoyrir um tað. Eg haldi, at tað er so nógv fokus á tað keðiliga við ADHD, sigur Birita Kjærbo og vísir aftur á hjálpina frá skúlanum og Sernámi.
– Men tey hava veruliga gjørt sítt. Vit hava altíð samstarvað væl og hava tosað nógv saman. Tey hava lurtað væl eftir mær og roynt at tillagað seg eftir tí, sum eg veit riggar.
Hvussu er tað so at vera mamma, tá tað gongur so væl?
– Tað er fantastiskt. Tað hevur jú verið eitt stríð at fingið alt hetta í verk. Men samstundis hevur skúlin eisini tikið eina risastóra ábyrgd av mær. Um eg skuldi gingið við tveimum børnum, sum ikki trivust og fingu undirvísingina við, so hevði tað verið dupult arbeiði fyri meg heima at fáa øll tey tingini at rigga, sigur hon.
Les alla greinina, sum Pætur Hjalmar Evensson hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2025.