Bloggur
04.10.2018
Evnisvikan um heimsmálini fyri burðardyggari menning
Í farnu viku var endiliga møguleiki hjá okkum næmingum á Námsvísindadeildini at sleppa at klippa og klistra og lata hugflogið floyma eina løtu.
Tað er, sum ofta nevnt, saknur í felags tiltøkum, ið kunnu savna deildina um eitt felags evni, og tískil var ein evnisvika sett í verk. Nógv var á skránni, bæði fyrilestrar og kórvenjing, og tað var um reppið, at man náddi at binda eina sloyfu um framløguna – eftir úrslitunum at døma, meti eg tó, at allir bólkar hava arbeitt sera skjótt og gott og ikki minst kreativt.
Um samanhaldið millum flokkarnar er vorðið betri, loyvi eg mær tó at ivast í. At deildin einans skuldi hava 3 saksar tøkar til allar flokkarnar, var tó eitt snilt hugskot fyri at betra um samanhaldið, tí hetta noyddi okkum næmingar at ganga millum flokkarnar fyri at læna sínámillum ... smart ;) - men karmarnar á Setrinum taka vit eina aðru ferð ... :-)
Síðsta dagin á evnisvikuni fingu allir bólkar høvi at vísa fram endaliga úrslitið hjá bólkinum og samstundis ganga runt og síggja avrikini hjá hinum. WAUW, sigi eg bara. Tað var stuttligt, áhugavert, øðrvísi og gav avgjørt íblástur til framtíðarstarvið sum lærari.
Har var so nógv ymiskt at síggja. Alt frá minnisspølum, sjónbandaløgum, diy-sjónbondum, tilfari til teknmál, súgvupípufloytum, ljóðføri gjørt av innihaldinum av einum einføldum morgunmati, sjálvgjørdum pappíri og tøðum og hybenskotum, appum, jólapynti úr endurnýtslu og so eitt hárnálaklaver – wauw wauw wauw (og hetta er einans tað, ið eg havi nevnt, men har var nógv afturat!) Síðan var ein hugnalig løta á skránni í auluni við kaffi, køkum, framløgum, sangum og góðum undirhaldi, og hetta var ein góður endi á eini skapandi løtu á deildini.
Endiliga kom nógv nýtta slagorðið “skapa teg á Setrinum” til sín rætt!
Høvdu vit næmingar fingið høvið at nýtt bara eitt pinkalítið sindur meiri tíð at latið okkara hugflog skapa slík avrik, ið vóru at síggja aftan á hesa evnisviku gjøgnum okkara ár sum næmingar á Setrinum, vænti eg, at vit høvdu kunnað gjørt eitt sindur av undirvísingini í skúlanum heldur stuttligari og øðrvísi, tó við denti á góðsku í undirvísingini.
Tað kann vera trupult, sum eg havi skilt á lagnum á nógvum útlærdum lærarum, at fáa tíðina at røkka at skapa øðrvísi, stuttliga og kreativa undirvísing. Tað er eisini skilligt við øllum krøvunum, ið verða sett til okkum bæði sum lærarar og námsfrøðingar. Tískil haldi eg, at tað er meir enn upplagt, at vit sum námsfrøðinga- og læraralesandi kundu nýtt eitt sindur av skúlagongdini at framleitt undirvísingartilfar, ið vit kundu sloppið at nýtt beinleiðis í praksis, tá ið vit koma út í veruliga lívið aftan á Setrið; nú tá starvsvenjing okkara einans fevnir um einar 2 vikur hvørt ár (don’t get me started ...!).
Tað er fantastiskt at síggja, hvussu kreativiteturin kann blóma á Setrinum. Øll eru vit so ymisk, men at síggja úrslitini, tá ið vit næmingar sleppa at arbeiða saman og geva íblástur okkara millum átti at verið nóg góð grundgeving at loyva meira kreativiteti inn um skúlagátt.
Nááh, nokk um tað – aftur til nøkur ástøði, hita stólin og spenna eygu og oyru út aftur :-)