Tíðindi

Fremmandur í føroyskum skúla

Vit áttu at havt onkra skipan, sum ger, at næmingar á onkran hátt hava møguleika at læra nakað av føroyskum, áðrenn teir skulu fylgja ”vanligu” føroysku undirvísingini. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

23.08.2024

Mamma og babba søgdu mær, at vit skuldu flyta til eitt annað land. Eg hevði eitt sindur ilt í búkinum. Tey vístu mær landið á kortinum. Landið liggur mitt úti í sjónum. Tað sær slettis ikki út til at vera nakað land har. Um mamma og babba ikki søgdu mær frá hesum landinum, so hevði eg ongantíð funnið tað.

Vit hava hugt at myndum á netinum. Hetta er eitt løgið land. Har eru ongi trø, har vaksa ongar fruktir, um veturin eru fjøllini, vegirnir, húsini alt hvítt. Tað eitur kavi. Mamma og babba siga, at tá tað er kavi, er tað ordiliga kalt. Eg skilji tað ikki rættiliga. Her er eisini kalt onkuntíð, men vegirnir, trøini og húsini verða ikki hvít.

Mamma og babba siga, at tey tosa eitt annað mál har, men at tað fari eg helst at læra skjótt. Eg visti ikki, hvar eg skuldi búgva. Eg skuldi ganga í einum nýggjum skúla. Eg hevði ongar vinir har. Eg hevði ongan hug at flyta til hetta nýggja landið, men mamma og babba søgdu, at tey skulu arbeiða har. Tey hildu, at tað fór at ganga skjótt hjá mær at fáa vinir og at læra meg nýggja málið, so hetta fór ivaleyst at ganga.

Nakað soleiðis hugsi eg, tað man kennast at fáa boðini, at vit skulu flyta til Føroya; helst um tú býrt í einum landi, sum ikki er í Norðurlondum. Føroyar eru eitt lítið land, mitt úti í ongastaðni. Vit eru stolt av okkara tjóð, okkara mentan og okkara máli. Men hvussu man tað vera at koma til Føroya uttanífrá? Tað er helst ikki lætt hjá okkum at hugsa okkum til. Vit eru so heppin, at her eru tilflytarar, ið trívast væl, sum velja at verða verandi á hesum fjarskotnu, veðurbardu oyggjum.

Nú havi eg gingið í skúla í Føroyum í ein mánað. Eg veit ikki, hvat mamma hugsaði, tá hon segði, at eg helst skjótt fór at fáa nýggjar vinir og at læra málið. Eg skilji framvegis onki av tí, sum lærarin sigur. Vit hava ymisk fak í skúlanum. Bøkurnar eru fínar, nýggjar við nógvum flottum myndum, men eg veit ikki, hvat tað er, sum tey ætla, eg skal læra. Tveir tímar um vikuna eri eg hjá einum lærara, sum roynir at læra meg málið, men hetta er so ringt. Eg gloymi so skjótt, og orðini ljóða ikki altíð líka. Lærarin tosar nógv, og børnini tosa eisini nógv. Eg haldi, at tey vilja hava meg við í spælinum, men so verða tey eisini ofta ill við meg. Eg haldi, tað er tí at tey spæla øðrvísi her enn heima. Eg hevði viljað sloppið heim aftur. Har veit eg, hvussu eg skal gera. Eg havi altíð onkran at tosa við, og tey skilja tað, sum eg sigi. Hví skulu vit vera her?

Kanska fari eg heilt skeiv. Men eftir at hava havt næmingar, sum koma til Føroya og beint inn í fólkaskúlan, sum eg havi roynt at undirvíst, hóast eg ikki skilji eitt tað einasta orð, sum næmingurin sigur, og hann púrt onki av tí, eg sigi, so er tað kanska ikki undarligt, at eg havi hugsað um, hvussu hetta man kennast hjá næminginum.

Tað er avgjørt umráðandi, at vit fáa lærarar, ið eru væl útbúnir at taka ímóti næmingum, ið koma uttanífrá. Samstundis hevur tað týdning, at vit hugsa um, hvørja støðu vit seta bæði næming og lærarar í, tá teir onki felags mál hava. Vit áttu at havt onkra skipan, sum ger, at næmingar á onkran hátt hava møguleika at læra nakað av føroyskum, áðrenn teir skulu fylgja ”vanligu” føroysku undirvísingini. Vit vilja hava, at bæði børn og foreldur trívast, tá tey velja at koma til Føroya, tí eiga vit eisini at geva teimum bestu treytir at koma væl frá byrjan. Tá hugsi eg, at ein móttøkuflokkur er ein gongd leið, tí so er møguleiki hjá næminginum at vera saman við onkrum, sum vónandi skilur næmingin. Samstundis kundi næmingurin verið saman við ”heimaflokkinum”, tá tað er til gagns fyri næmingin. Vónandi fáa vit eina so mikið lagaliga tímajáttan, at tað gerst møguligt at taka væl ímóti teimum næmingum, sum flyta til landið.

Sjónarmið í Skúlablað nr 4, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni