Tíðindi
22.08.2022
Tá ið undirvíst verður í fremmandamáli, eiga lærarar at tryggja, at í tímunum verður tosað tað fremmandamálið, ið undirvíst verður í – at til dømis enskt verður nýtt sum classroom-language í ensktímunum. Tað heldur Jórun Vedelsbøl, sum er ráðgevi hjá Námi í fremmandamálum.
– Um hetta verður integreraður táttur frá byrjan, at í tímunum leggja vit okkum eftir at samskifta á tí málinum, vit skulu ogna okkum, so verða royndirnar hjá næmingunum, at tað er natúrligt at hugsa autentiskt samskifti, har ein venur seg við at brúka allar fýra førleikar; at lurta, tosa, lesa og skriva og komplementera hvørjum øðrum, greiðir Jórun Vedelsbøl frá.
Tað kann tó vera lætt og skjótt hjá næmingunum at fella aftur á føroyska málið í tímunum. Her er, sambært Jórun, umráðandi, at lærarin ikki sleppir leistinum, hann hevur definerað, samanhildið við, at hann áhaldandi roynir at kveikja motivatiónina við eitt nú at vísa álit og viðurkenning og harvið eggja teimum til at royna nýggjar og torførari avbjóðingar.
– Eru karmarnir greitt defineraðir, og skilja næmingarnir, at lærarin stendur við tað, hann hevur sagt og sjálvur gongur á odda við at brúka fremmandamálið sum samskiftiskodur í tímunum, so eru lunnar lagdir undir, at tað, sum kann virka møtimikið, eydnast. Tað ber væl til at fáa allar næmingar at samskifta á fremmandamálinum, sigur Jórun Vedelsbøl.
Er tað ikki nokk so nógv at krevja av næmingunum, at teir skulu tosa fremmandamálið?
– Næmingar eru, sum øll menniskju, sera ymiskir. Eins og tað eru næmingar, ið blóma í avbjóðingini at kasta seg út í at samskifta so væl teir evna á fremmandamálinum, so eru eisini teir næmingar, ið kunnu halda tað vera møtimikið at skula royna seg á enskum ella øðrum fremmandamáli frá fyrsta tíma, sigur Jórun Vedelsbøl og greiðir nærri frá:
– Eins og við øðrum førleikum, ið vit leggja okkum eftir, at næmingarnir skulu ogna sær í fólkaskúlanum, verður torleikastigið tillagað støðinum, næmingarnir eru á. Málið er ikki, at tann einstaki næmingurin skal mennast í mun til støðið hjá floksfeløgum, men í mun til støðið hjá sær sjálvum, sigur hon.
Jórun Vedelsbøl heldur ikki, at vit nýtast at vera so varin og stúrin um, at vit leggja eina ov stóra avbjóðing á næmingarnar.
– Vit mennast við, at tað verður víst okkum álit. Tá tað er sagt, munnu eisini vera nógvir næmingar, ið eru væl stinnari enn lærarin, tá tað kemur til at úttala fremmandamálið. Hetta er partur av rákinum í samtíðini, um vit vilja tað ella ikki. So er tað so, tað er, sigur hon og leggur aftrat:
– Við at brúka hesar førleikar á jaligan hátt í skúlahøpi, kunnu vit skapa eina jaliga spiraleffekt úr einum ráki, ið stórur hópur kanska ørkymlast um – orsøkina til, at so nógv børn eru so stinn í at tosa enskt.
Hóast tað kann tykjast einfalt at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at fremmandamálið verður tosað í tímunum, so er tað ikki altíð so lætt í praksis. Umframt fakligu avbjóðingarnar er størsta forðingin hjá næmingunum ofta ”hinir næmingarnir”, sigur Jórun Vedelsbøl.
– Næmingar í føroyska fólkaskúlanum eru sjálvsagt ymiskt fyri, tá tað kemur til málsligar fyritreytir við málinum, teir skulu læra í skúlanum. Mínar royndir eru, at tað sjáldan er tongt at málsligu førleikunum, hvussu væl ein næmingur evnar ella velur at luttaka virkið inni í flokshølinum í samskiftinum á fremmandamálinum. Tað, ið næmingarnir royna sum verandi avbjóðandi, er ikki tað í sjálvum sær at skula orða seg á til dømis enskum – tað er at skula orða seg á enskum framman fyri floksfeløgunum, fortelur Jórun Vedelsbøl.
– Teir stúra fyri, at onnur fara at flenna at teimum, sigur hon.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022, sum just er komið.