Tíðindi
10.11.2015
Í Tofta skúla eru í løtuni 190 næmingar. Her eru 20 lærarar. Normeringin er 17-18 lærarar, men summir arbeiða skerda tíð, og tí er talið 20.
Tað rættiliga virkna skúlastýrið setti Læraradagin á skrá, og tað somuleiðis virkna næmingaráðið á Toftum skipar so fyri, hvat skal henda Læraradagin.
Næmingaráð hevur verið á Toftum í mong ár, men upp ímillum hevur tað ligið í dvala. Tí mælti skúlastýrið til fyri einum seks-sjey árum síðan, at næmingaráðið varð endurskipað.
Næmingaráðið er soleiðis skipað og mannað, at næmingarnir í skúlanum á Toftum við sínum 11 flokkum stilla fleiri næmingar upp í hvørjum flokki, altso allan vegin úr fyrsta flokkin upp í sjeynda flokk. Inni í sjálvum flokkinum er val millum hesar mongu næmingarnar. Tveir skulu veljast. 22 næmingar verða valdir, og teir atkvøða síðan sínámillum um teir báðar næmingarnar, ið skulu veljast í næmingaráðið. Teir næmingar, ið fáa flestar atkvøður inni í flokkinum, eru sostatt valdir í ráðið. Soleiðis er tað í øllum flokkum. Tá ið valið er av, savnast teir 22 valdu næmingarnir, og millum hesar 22 skal næmingaráðið veljast. Tað er mannað við fimm limum.
Í ár eru teir fimm valdu limirnir ein úr 4. flokki, ein úr 5. flokki, ein úr 7., ein úr 8. og ein úr 10. flokki. Hesir fimm eru nú valdir og koma saman at velja formann og næstformann, skrivara og kassameistara og tann, ið vanliga verður róptur nevndarlimur.
Seinasta næmingaráðsval var týsdagin 1. september, sama dag, sum løgtingsvalið var.
Á fundi týsdagin 29. september skipaði nevndin í næmingaráðnum seg soleiðis: Rúni Skarðhamar, 10. fl., formaður, Rói Reinert Hansen, 7. fl., næstformaður, Lena Olsen, 7.fl., skrivari, Hanus Højgaard, 4. fl., kassameistari og Hilmar á Regni Højgaard, 6. fl., limur.
Eykalimir eru: Hjarnar Johansen, 5.fl., Elsa Hansen, 4.fl. og Jóhannes Johansen, 1.fl. Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra gerandisdag.
Endamálið við Læraradegnum er at varpa ljós á tann stóra týdning, ið lærarans arbeiði hevur fyri tann einstaka næmingin og alt samfelagið.
Dagurin byrjaði við morgunsangi, sum næmingaráðið stóð fyri. Síðan greiddi Marita Dalsgaard, skúlastjóri, frá, hví næmingarnir høvdu verið so loyndarfullir hesar seinastu dagarnar, og at teir gleddu seg til at bera eina tøkk til lærararnar.
Eftir morgunsangin søgdu tey í næmingaráðnum, nær hvør flokkur skuldi koma at bera heilsanir fram. Fyrst vórðu lærararnir hjá 10. flokki róptir upp. So átti 9. flokkur tørn, síðan 8. flokkur o.s.fr. Lærararnir fingu millum annað brøv, blómur og armbond. Nøkur brøv vórðu lisin upp. Tey vóru sera ymisk, styttri og longri, og summi bóru upp á rím. 5. flokkur hevði ein stuttligan sang, ið var eitt slag av meting millum gentur og dreingir.
Klokkan gott 9 bjóðaði Rúni, formaður í næmingaráðnum, nýggja mentamálaráðharranum, Rigmor Dam vælkomna. Rigmor tók orðið, og hon gleddist um hetta forkunnuga tiltak. So segði hon nøkur orð um tann stóra týdning, ið lærarar og skúli hava fyri eitt samfelag, og at tað er eingin sjálvfylgja, at øll sleppa at ganga í skúla, rík og fátæk, svørt og hvít, og har trúgv ikki spælir inn. Hon nevndi eisini Malalu og hennara vinkonur, ið ikki sluppu at ganga í skúla.
Formaðurin í skúlastýrinum og borgarstjórin høvdu eisini orðið og gleddust um hetta serstaka tiltak. Tey takkaðu eisini teimum mongu foreldrunum, ið vóru møtt til tiltakið.
Tiltakið endaði við, at næmingarnir fóru í sínar stovur, har eldri næmingar ansaðu eftir, meðan skúlastýrið bjóðaði lærarum og stuðlum ein drekkamunn saman við mentamálaráðharranum.
Fjórða tíma varð tann vanligi skúladagurin uppafturtikin.
Samanumtikið ein dagur – Læraradagurin – sum tey inni á Toftum av góðum grundum eru errin av.
Myndin:
Á Toftum eru tey fegin um sín "Læraradag". So fegin, at teir litríku stavirnir, ið vórðu hongdir upp í sambandi við dagin, 2. oktober, hanga uppi enn
TEKSTUR: Sonne Smith