Tíðindi

Framkomin sjóvinnubreyt í Suðuroynni

Í Suðuroynni stremba skúlarnir eftir at skapa ein øðrvísi 10. flokk við breytarsamstarvi millum skúlarnar í oynni. Har royna tey at forða fyri, at so nógv fara til Danmarkar á eftirskúla

04.05.2016

Fyri fimm seks árum síðan var eitt rák har suðuri, at fleiri fóru á eftirskúla.

- Ikki at siga nakað ringt um eftirskúla, men tey fáa einki burturúr uttan tað, at foreldrini bløða eina forferdiliga rúgvu av pengum. Tað hoyrir ongastaðni heima at senda 15-16 ára gomul ungfólk niður á eftirskúla, soleiðis sum verðin er skrúvað saman í dag, sigur Johan Joensen, skúlastjóri á Tvøroyri.

Breytarsamstarvið millum skúlarnar í Suðuroynni – Vági, Tvøroyri og í Hvalba eisini – er eini 10 ára gamalt. Tað byrjaði skúlaárið 2006/7.

Ein breyt, sum hevur markerað seg rættiliga týðiliga úti í vinnuni er Sjóvinnubreytin.

- Teir sleppa líka til sjós, teir fáa trygdarskeið, teir hava trolskeið og fyrstuhjálp. Fert tú umborð á hvalbiartrolararnar, hevur ein stórur partur av manningini gingið á Sjóvinnubreytini hjá okum, sigur Johan Joensen.

Tað vil siga, at dreingirnir eru klárir at fara til sjós, tá ið teir fara úr skúlanum, tí teir hava trygdarskeiðið, sum vanliga er í Klaksvík. Teir fara úr Klaksvík suður á Tvøroyri at hava trygdarskeið við dreingjunum á Sjóvinnubreytini. Hetta skeið er fast vikuna fyri páskir, og tað varir í tveir-tríggjar dagar.

Dreingirnir eru fegnir, tí teir sleppa umborð sum avloysarar. Her er talan um nótaskip og ísfiskatrolarar.

Skúlin keypir eina viku á Trolvirkinum í Hvalba, har teir gera trol frá grundini av í fimm dagar. Dreingirnir bøta trol og arbeiða við øllum, sum hevur við trol at gera. Teir brúka eisini fimleikarhøllina í skúlanum at læra seg  og at hagreiða línu og dergur, og teir brúka "Thorshavn", sum nú er heimahoyrandi á Tvøroyri at læra seg instrument og maskin og annað, sum neyðugt er at duga hjá einum útróðrarmanni, línumanni ella trolmanni.

Haraftrat eru teir ein námsfrøðiligan dag á Vinnuháskúlanum í Havn. Hetta er námsferðin, tá teir fara norður til Havnar við Smyrli.

Samanumtikið eru skúlastjórarnir á Tvøroyri, í Vági og í Hvalba fegnir um samstarvið á Sjóvinnubreytini. Tað er ikki sum fyrr, at arbeiddi tú á einum flakavirki, kundi tú verða boðin kjans við einum ísfiskatrolara til dømis. Soleiðis er ikki longur. Nú skalt tú hava trygdarskeið, sum kostar nógvar pengar.

Ætlar tú at vera sjómaður, skalt tú taka avgerðina í góðari tíð, brúka pengar til tað, og so ert tú klárur at fara til skips.

Tað eru treytirnar í dag, og alt hetta læra tey á Sjóvinnubreytini á Tvøroyri.


Myndin:
Ein breyt, sum hevur markerað seg rættiliga týðiliga úti í vinnuni er Sjóvinnubreytin. - Dreingirnir sleppa líka til sjós, teir fáa trygdarskeið, teir hava trolskeið og fyrstuhjálp, sigur Johan Joensen, skúlastjóri á Tvøroyri

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni