Tíðindi
14.06.2016
Eysturkommuna, sum fevnir um Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði, og Fuglafjarðar kommuna, sum fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar, hava verið í samstarvi í 60 ár, og nú tykist hetta samstarv at verða víðkað við útlitinum fyri eini avtalu um at skipa felags framhaldsdeild.
Endamálið við borgarafundinum á Kambsdali mánakvøldið 13. juni var at geva borgarunum í kommunum kunning um tilgongdina og arbeiðið, sum er gjørt síðan várið 2014 til dagin í dag.
Ein virkin arbeiðsbólkur kunnaði um tað arbeiði, hann hevur lagt úr hondum tvey tey seinastu árini.
Endamálið var eisini at geva borgarunum møguleika at siga sína hugsan um framhaldsdeildina og seta politikarunum og fakliga arbeiðsbólkinum spurningar um málið.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, og borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, søgdu eftir fundin fyri Skúlablaðnum, at ætlanin um at skipa felags framhaldsdeild er ein nýggjur táttur í tí 60 ára gamla samstarvinum millum kommunurnar báðar.
Tá tað valdast mentan og vinnu líkjast Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna. Her hendir nógv, og báðar kommunurnar eru framkomnar í so máta. Tilgongdin hevur borið í sær, at til dømis Eysturkommuna hevur trý prosent av fólkatalinum í landinum og 20 prosent av útflutninginum. Her búgva eini 2.000 fólk, so at kommunan er landsins fimtstørsta.
Í Fuglafjarðar kommunu búgva sløk 1600 fólk. Hon er tí landsins sættstørsta kommuna sambært hagtølunum.
Á borgarafundinum varð nógv tosað um, hvar henda framhaldsdeild eigur at vera. Tey tosaðu sjálvandi um fyrimunir og vansar, men øll tóktist at vera á einum máli um, at tað ringasta staðið at skipa framhaldsdeild fysiskt er á Kambsdali. Verða tey ungu í 9. flokki spurd, er einki at ivast í, at tey trívast best í Fuglafirði.
Borgarstjórarnir báðir, Jóhan Christiansen í Eysturkommunu, og Sonni á Horni, í Fuglafjarðar kommunu eru í hvussu so er á einum máli um, at samstarvið millum hesar báðar kommunurnar hevur fantastiskar møguleikar við sær. Og tað eru hesir møguleikar, sum nú fara at verða viðgjørdir og umrøddir politiskt. Nú fara politikararnir at viga møguleikarnir.
Tað týdningarmesta í sambandi við skúlaskap er andin í fólkaskúlanum – innihaldið – og ikki betong.
Niðurstøðan á fundinum á Kambsdali er, at tað drúgva samstarvið millum kommunurnar eigur at halda fram – og tað skal vera á jøvnum føti í øllum viðurskiftum.
Myndin:
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen (vm), og borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni (hm), eru sannførdir um, at kommunurnar báðar hava ongantíð verið so væl ílatnar til at halda fram við tí góða samstarvinum higartil sum nú.
Tekstur og mynd: Sonne Smith