Tíðindi

Framhaldsdeild sjálvsøgd í Nonnuskúlanum

Sum støðan er í kjakinum um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í Havn, kann staðfestast, at fara næmingar í Sankta Frans í framhaldsdeild í Skúlanum á Fløtum, skifta teir skúla fyrst eina ferð, og halda teir fram á Nám X í Eysturskúlanum, skifta teir skúla tvær ferðir

01.02.2016

Sankta Frans skúli, eisini róptur Nonnuskúlin enn, hevur ein væl umtóktan forskúla og eina lutfalsliga framkomna undirvísingartænastu fyri orðblindar næmingar. Skúlin hevur í høvuðsheitum høli til at hýsa eini framhaldsdeild, sum mong nú mæla til verður skipað, og við smávegis broytingum ber sum skilst til eftir summarfrítíðina í ár at bjóða næmingunum eina framhaldsdeild.

Ein stórur meiriluti av foreldrum og næmingum, sum eru knýtt at Sankta Frans skúla, vil, at næmingarnir sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í Sankta Frans heldur enn at ganga í tí stóra skúlanum, gamla kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, sum nú eitur Skúlin á Fløtum, og sum húsast í hølum um allan býin.

Hetta kom fram í eini spurnakanning millum foreldrini, har 70 prosent av foreldrunum svaraðu, og har 98 prosent av teimum, sum svaraðu, tóku undir við við framhaldsdeild í Sankta Frans. Og tað hevur altíð verið siðvenja, at næmingar í Nonnuskúlanum fóru í gula kommunuskúlan. Men so leingi Skúlin á Fløtum ikki kann bjóða foreldrunum nøktandi hølisviðurskifti, er eingin grund til senda næmingar úr Sankta Frans skúla í Skúlan á Fløtum.

Tóra Petersen, psykologur, PhD, eigur eina dóttur, sum gongur í 1. flokk í Sankta Frans skúla, og Súsanna Winther Poulsen, ergoterapeutur, eigur eina dóttur, sum gongur í 7. flokk í Sankta Frans skúla.

Tóra og Súsanna vilja í øllum førum hava eina royndartíð við framhaldsdeild í Sankta Frans, og tær vóna, at tað fer at rigga so mikið væl, at tað verður ein varandi loysn.

Tóra Petersen heldur, at spurningurin nú er, hvussu skúlin, foreldur og næmingar eftirmeta eina royndartíð, tí tað eru rættiliga nógvir faktorar, ið avgera, um tað eydnast ella ikki. Sæst úrslitið skjótt, ella sæst tað eftir fimm ár, spyr hon.

Grundin til, at Súsanna vil hava eina varandi loysn við framhaldsdeild, er, at í løtuni er eitt sovorðið rák við, at nú skal alt vera størri eindir. Hon heldur tað vera sera umráðandi við smærri eindum eisini. Hon vil, at vit skulu kunna velja, tí at summi børn trívast ikki í so stórum eindum, sum nú eru í tí nýggja samanlagda skúlanum við navninum Skúlin á Fløtum. Kortini veit hon, at ymiskt er, hvussu eindirnar verða býttar sundur og tilskilaðar eftir, hvat næmingarnir duga. Tað verður t.d. býtt sundur í miðstig og hástig. Men tað kunnu lættliga hvørva í øllum hesum stóra umhvørvi, hóast tey royna at skipa smærri bólkar. Tað er í hvussu so er verri at fáa yvirlit yvir tær stóru eindirnar.

Tóra heldur tað vera áhugavert, at málið verður viðgjørt í føroyskum høpi eftir føroyskum viðurskiftum. Hon heldur, at tað skal sjálvsagt eisini vera ein stórur skúli í Tórshavnar kommunu. Tað skal ikki vera ein spurningur um antin ella, men bæði og ...

Nøkur faklig argument hava verið frammi um fyrimunir við stórum skúlum. Her er størri møguleiki fyri at bjóða spennandi undirvísingarviðurskifti. Og tað, sum Tóra heldur er sera umráðandi, er, at hon er avgjørt fyri, at tað verður ein valmøguleiki. Tað er avgjørt gott, at teir fysisku karmarnir fyri fólkaskúlan í Tórshavnar kommunu verða varðveittir, og at ein stórætlan verður gjørd, sum vónandi fer at eydnast væl.

Tóra hevur – sum hon málber seg – kavað eitt sindur í gransking.

Tað, sum er ein stórur skúli í Frankaríki, er ikki ein stórur skúli í Danmark, og í Føroyum hava vit so heilt onnur viðurskifti í Føroyum í spurninginum um, hvat er ov stórt, og hvat er ov lítið.

- Enn vita vit ikki, hvat er tað rætta hjá føroyskum næmingum í sambandi við hóskandi skúlastøddir, sigur Tóra.

Vit vita sambært nøkrum royndum, hvat er hóskligasta skúlastødd, men vit vita ikki, hvussu støðan er í granskingarhøpi.

Sambært Tóru gongur kjakið støðugt ymsastaðni í heiminum um størri ella smærri flokkar. Hetta er eitt kjak, sum hevur gingið í mong ár. Tóra hevur lisið eina yvirskipaða kanning, ið er grundað á meira enn 60.000 granskingarverkætlanir um alla verðina.

- Út frá verandi gransking, ber ikki til at siga, um tað er betri við stórum klassa ella við lítlum klassa. Men granskingin vísir, at tað eru heilt onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi, sigur hon.

Tóra veit, at allir næmingar passa ikki inn í stórar eindir, og grundin til, at hon heldur, at Sankta Frans hevur eitt varandi tilboð, er tryggleikin hjá barninum. Tryggleikin hevur víst seg at vera ein stórur og sterkur faktorur, at bæði teir fysisku og psykisku karmarnir skulu vera tryggir fyri barnið fyri, at barnið skal læra.

Samanumtikið valdast tað í heilt stóran mun um førleikan hjá lærarunum, hvussu teir engasjera seg, og samstarvið millum skúla og foreldur er av altórum týdningi fyri, hvussu barnið kemur ígjøgnum fólkaskúlan.

At 98 prosent av teimum spurdu foreldrunum, sum hava næmingar í Sankta Frans skúla, taka undir við, at framheild verður skipað í skúlanum, vísir, at her er gott samstarv millum skúla og foreldur, og eingin ivast í, at hetta er tað besta fyri børnini.

Súsanna Winther Poulsen er nøgd við Sankta Frans skúla, tí at dóttir hennara í 7. flokki er triðja barnið hjá henni í hesum skúla.

Súsanna skilir á teimum, sum varða av Sankta Frans skúla, at tað fakliga verður í minsta lagi á sama stigi sum í teimum stóru skúlunum.

Í psykologiskum høpi leggur Tóra dent á, at ein normal prosess hjá ungfólki í hesum aldrinum í framhaldsdeild er, at hesi ungu skulu gera upp við tey vaksnu, tey leita sær burtur frá teimum vaksnu og finna nýggjar fyrimyndir.

- Vit tosa um eina loysingartilgongd, sum byrjar tá, og sigur tú, at barnið samstundis skal flyta í eitt annað umhvørvi við øðrum lærarum, so tekur tú í roynd og veru ta natúrligu prosessina frá teimum, tí at nú skulu tey til at gera uppreistur móti nøkrum lærarum, sum tey ikki kenna.

So at Súsanna og Tóra vilja hava framhaldsdeild í Sankta Frans skúla og vóna, at úrslitið av royndartíðini verður so mikið gott, at framhaldsdeildin í hesum skúla verður ein varandi og fastgrógvin eind.

Myndin:

Tóra Petersen, psykologur, PhD, og Súsanna Winther Poulsen, ergoterapeutur, eiga hvør sína dóttur í Sankta Frans skúla. Tær vilja hava framhaldsdeild roynda í hesum skúlanum í Havn

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni