Tíðindi
22.12.2016
Summar ætlanir eru framdar síðan 2012, men summar bíða enn. Jú, í 2012 varð mælt til, at forskúli varð skipaður í øllum skúlunum í Tórshavnar kommunu. Síðan tá er forskúli skipaður í Skúlanum á Argjahamri og í Sankta Frans skúla. Tað vil siga, at av teimum 10 fólkaskúlunum í kommununi er forskúli skipaður í tveimum.
- Samstundis eru vit í holt við eina royndarskipan í Nólsoy. Hon liggur til góðkenningar hjá Mentamálaráðnum, so tann triði forskúlin verður í Nólsoy, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.
Forskúli ber eisini í sær, at myndugleikarnir hugsa um bygningar, pláss og fígging yvirhøvur. Kommunan hevur so avrátt at taka tað nokkso stigvíst. Samstundis er avrátt í sambandi við at byggja Skúlan á Fløtum, sum ætlandi verður liðugur í 2020, at har skal vera forskúli.
Tá ið Føroya størsti skúli við millum 850 og 900 næmingum – eisini forskúlanæmingum – er liðugur ganga meiri enn 60 prosent at smábørnunum í forskúla í Tórshavnar kommunu.
Dagstovnaøkið fevnir eisini um eitt skúlatilboð fyri tey seks ára gomlu børnini. Hetta tilboð er fleiristaðni í kommuni.
- Eitt nú hevur ein stovnur sum Lítli Skógur eitt gott seksára tilboð, sigur Sigurð Ó. Vang.
Hann veit at siga, at myndugleikarnir hugsa støðugt um, hvørt kommunan hevur eitt gott seksára tilboð, ella um hon leggur á annan bógv. Avgerðin er ikki tikin politiskt enn, og embætisfólkini hava ikki endaliga sett málið um seksára tilboð og forskúla út í kortið enn.
- Vit eru í dialogi, og vit hava eisini umrøtt skipanir í øðrum skúlum í landinum. Tað er, at vit kunnu velja ímillum at umskara skúla og dagstovn.
Altso, børnini eru á dagsstovni, men skúlin kemur inn á dagsstovnin við undirvísingarligum innihaldi. Tað verður gjørt eitt hálvt ár, áðrenn barnið fer í fyrsta flokk. Tá ið barnið er farið í fyrsta flokk, er dagstovnurin har við sínum relevanta innihaldi ta tíðina.
Mentamálaraleiðarin hjá Tórshavnar kommunu strembar eftir at fáa eitt mjúkt skifti millum lærarafólk og pedagogar.
- Vit skulu royna at arbeiða eitt sindur við hesum markamótinum. Vit fara helst at eksperimentara eina tíð, um eg kann brúka orðið í positivari merking.
Sigurd Ó. Vang sipar til tað skiftið, sum er á Eiði og í Vági í sambandi við skifti millum dagstovn og skúla. Har tykist henda skipanin er vera eitt gott dømi um eitt mjúkt skifti millum dagstovn og skúla. Ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er at gera eina royndarskipan av slíkum slag.
Samanumtikið bendir alt landsins forskúlarák og umskaran millum dagstovn og skúla á, at øll børn í landinum fara at vera í antin forskúla- ella umskaringarskipan.
Higartil hava royndirnar verið góðar.
Myndin:
Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at tá ið Føroya størsti skúli við millum 850 og 900 næmingum – eisini forskúlanæmingum – er liðugur í 2020 ganga meiri enn 60 prosent at smábørnunum í forskúla í Tórshavnar kommunu
Tekstur og mynd: Sonne Smith