Tíðindi
06.04.2016
Tað er fyri mær púra vist, at vit eiga at skipa eina trygga gongd úr barnagarði í skúla. Forsprákarar eru fyri forskúla, og onnur bera fram, at vit skulu lata børnini fara í fyrsta flokk, tá ið tey eru 6 ár.
Lagt verður upp til, at 12 børn skulu til, um forskúli skal verða skipaður. Samstundis er eisini felt á pappír, at børnini í mesta lagi skulu vera í skúla 24 tímar um vikuna.
Har eru longu tveir faktorar, ið skurra í mínum huga. Tað skal hampiliga stór bygd til, um 12 børn skulu vera “í einum árgangi”. Kann tað so verða rætt at útiloka møguleikan at skipa forskúla, ella skal talan vera um at søkja um rættin ár eftir ár?
Hví er tímatalið sett at verða í mesta lagi 24? Eru foreldrini til arbeiðis aðrastaðni og kanska burtur frá kl. 07 til 17, so má “tilboðið” samskipast við dagstovnin onkursvegna, t.d. at frítíðarskúlin eisini fevnir um hesi børnini.
Eg hugsi mær, at samstarv millum dagstovn og skúla – í einum “forskúlatilboði” – kann vera vinningur fyri børnini og stovnarnar. Í slíkum tilboði kann barnið menna seg, samstundis sum námsfrøðingar og lærarar draga somu línu. Kanska kann eitt barn í “forskúlatilboði” steðga á eitt eyka ár og verða upp aftur betur fyrireikað til skúlagongdina?
Men fyri at hetta skal bera til, mugu vit mana burtur hugburðin, at í skúlanum skulu børnini sita og tiga, meðan tey arbeiða allan skúladagin.
Kunngerðin 8/8-2013 um skipan og læring í forskúla leggur upp til nógv gott – og orðingarnar hóska eisini væl til tað, ið longu verður arbeitt í innskúlingini. Tí eigur tað ikki at vera so øgiliga stórt stig at taka at skipa forskúla og samstarva hetta við innskúlingina.
Eg hugsi mær, at tað, sum fyrst og fremst skal til, er, at leiðslurnar í dagstovni og skúla eru í góðum samskifti og finna leiðir, at starvsfólkini eisini samskifta og samstarva. Betri vit kenna hvønn annan, betri skilja vit leiðreglurnar í ymsu stovnunum.
Men vit mugu eisini vera opin fyri, at onkuntíð dugir annar betur okkurt øki, og at í skúlapartinum verður undirvísing ein týðandi partur – ið lærarin skal skipa.