Tíðindi

Forskúli ikki heitt evni í Havn

Hóast ein arbeiðsbólkur umboðandi allar skúlar í Tórshavnar kommunu fyri 5 árum síðan mælti til at seta forskúla á stovn í øllum skúlum í kommununi, er lítil áhugi millum mongu skúlarnar fyri forskúla

19.09.2016

Tveir forskúlar eru í kommunalu fólkaskúlunum í Tórshavnar Kommunu umframt í frískúlanum Lítlaskúla, sum læt upp í summar. Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur nógv ár á baki, meðan forskúlin í Skúlanum á Argjahamri er 3 ára gamal. Spurningurin um forskúla verður tó umrøddur av og á í kommununi, tó mest á kanningarstigi.
- Spurningurin er uppi og vendir av og á á fundi, ið fyrisitingin hevur við skúlaleiðslurnar í kommununi, men tað hevur ikki verið nøkur ítøkilig viðgerð av spurninginum, og tí heldur ikki nøkur politiskt avgerð, hvørt forskúli skal setast á stovn sum standardtilboð, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Í skúlabygnaðarálitinum hjá Tórshavnar kommunu frá 2011-12 varð mælt til at seta forskúla á stovn í øllum skúlum í kommununi, men tá ið Mentamálaráðið árið eftir samtykti skúlabygnaðin í kommununi, var ikki søkt um loyvi at seta á stovn forskúla í øllum skúlum.
- Tann spurningurin er settur í bíðistøðu, og eingin ítøkilig dagsskrá er, sum sigur, at vit skulu seta á stovn forskúla sum standardtilboð. Spurningurin um skúlasamanlegging og skúlabygging hevur fylt nógv farnu árini, og spurningurin er m.a., hvussu nógv skal havast í gongd í senn; umframt skal eitt grundleggjandi kjak og politiskt viðgerð til, um vit skulu hava forskúla ella ikki. Eingin landspolitisk útmelding fyriliggur, sum sigur, at vit skulu hava forskúla.

Næsti forskúlin í Tórshavnar kommunu verður sannlíkt í Skúlanum á Fløtum. Fyrsta byggistig verður liðugt í 2018. Lagt er upp fyri forskúla í byggiskránni; hóast so er, skal skúlabygnaðurin í kommununi broytast, áðrenn forskúlin á Fløtum kann gerast veruleiki.
- Tað liggur í kortunum, at tað verður avgreitt til ta tíð, tí tað er samtykt í eini byggiskrá, og tað liggur ein binding í tí, men tað er sjálvsagt mentamálanevndin og politiski myndugleikin, sum situr til ta tíð, ið endaliga ger av at seta ætlanina í byggiskránni í verk, sigur Sigurð Ólason Vang.

Ein umsókn um forskúlalíknandi tilboð kemur fyri mentamálanevndina í kommununi 5. oktober. Tá skal støða takast til umsókn frá skúlanum í Nólsoy í einum tvørgangandi samstarvi við frítíðarskúlan og dagstovnin í Nólsoy.
- Grundleggjandi fylgir næmingatalið í Nólsoy ikki treytirnar í forskúlakunngerðini, sum sigur í minsta lagi 12 børn til ein forskúla; vanliga er ein árgangur har um 1-4 børn; verður umsóknin játtað, verður talan um eina royndarverkætlan til eitt forskúlalíknandi tilboð, ið skal fylgja forskúlakunngerðini, sigur Sigurð Ólason Vang.

Koma aðrar umsóknir um forskúla, verður støða tikin til hvørt einstakt mál sær og lagt til politiska viðgerð, sigur mentamálaleiðarin.
- Av tí at vit ikki hava fingið nakað tekin frá Mentamálaráðnum um, at farast skal tann vegin, at forskúlar skulu setast á stovn alla staðni, verður tað mest sannlíkt soleiðis, at ynskir ein skúli at seta forskúla á stovn, verður støða tikin so hvørt ein umsókn kemur.

Í Tórshavnar kommunu eru 37 dagstovnar; verður forskúli settur á stovn í øllum skúlum í kommununi, hevur hetta sjálvsagt avleiðingar fyri dagstovnarnar, sum lagt skal verða upp fyri. Í nøkrum dagstovnum er 6-ára tilboð, sum lutvíst ber brá av at vera forskúlalíknandi tilboð.

Umleið 42-43 prosent av øllum skúlabørnunum í Føroyum ganga í skúla í skúlum Tórshavnar kommunu.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni