Tíðindi

Forskúli góð byrjan upp á skúlalívið

- Tað er púra misskilt at samanbera forskúla við siðbundnan skúla; jú, forskúli er ein skúli, men hann er so nógv meiri enn tað, nevniliga ein samanrenning av barnagarði og skúla, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.

21.06.2016

Tað kom brádliga á, at forskúli varð skipaður í Eiðis skúla frá skúlaársbyrjan í fjør. Skotbráið var stutt, frá tí at avgerðin um forskúla var tikin, til hann var skipaður. Hóast tað varð stór orka løgd í at kunna foreldrini.
- Øll vóru ikki so heit fyri forskúlanum, men mótstøðan tagnaði skjótt, og í dag hoyra vit eingi mótmæli, sigur Tom Joensen, fyrstilærari.

Hann metir, at verður orka løgd í at gera børnini klár til skúlan, soleiðis sum forskúlin ger, so er nógv vunnið fyri allar partar.
Vit eiga enn á at síggja, hvussu hesin fyrsti forskúlaárgangurin fer at roynast sum fyrsta floksnæmingar, men vit síggja longu nú, at tey eru ein fult integreraður partur av skúlanum. Vit eru sannførd um, at tey eru klár at byrja í fyrsta flokki eftir summarfrítíðina.

Røddirnar, sum tala ímóti forskúla, hoyrast javnan í kjaki; Tom Joensen heldur, at hesi, sum eru ímóti forskúla, eiga at seta seg inn í, hvat ein forskúli er, áðrenn tey so íðin tala ímóti.
- Tað er púra misskilt at samanbera forskúla við siðbundnan skúla; jú, forskúli er ein skúli, men hann er so nógv meiri enn tað, nevniliga ein samanrenning av barnagarði og skúla; skúladagurin er stuttur, tey eru líka leingi ella longri í frítíðarskúla enn í skúla. Ein vanligan dag í forskúlanum er nógv spæl, og læringin fer fram ígjøgnum spæl. Samstundis læra forskúlabørnini, hvussu tað er at ganga í einum skúla, hvussu tað er at vera saman við øðrum næmingum, tey læra normar, og tey læra alt upp á ein øðrvísi hátt. Samstundis hava tey tann framíhjárættin, at tey hava ein lærara og ein námsfrøðing, sum eru saman um tey; tað er ein góð byrjan upp á eitt skúlalív. Afturmeldingarnar, sum vit hoyra frá foreldrum, eru eisini bara góðar; børnini mennast við nógvari ferð.
    
Lesið samrøðu við Tom Joensen, fyrstalærara, Judith í Skorini Jacobsen, lærara í forskúlanum, og Marjuna í Jákupsstovu, námsfrøðing í forskúlanum, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni