Tíðindi
04.02.2016
Seinastu vikurnar hava foreldur at børnum, sum skulu byrja í 1. flokki, skrivað barn sítt inn í tann skúla, har tað skal byrja. Flestu næmingar eru 6-7 ára gamlir, tá teir byrja.
Í summum skúlum byrjar barnið í forskúla um 5-6 ára aldur. Í slíkum skúlum er tætt og skipað samstarv millum lærarar og námsfrøðingar. Slíkt samstarv fremur góða skúlabyrjan í 1. flokki, eingin ivi um tað.
Ofta hevur verið kjakast um skúlabúgvin børn, hvat tað merkir, hvør skal meta um tað og líknandi. Kjakið hevur eisini snúð seg um, hvørt skúlin er klárur at taka ímóti øllum børnum, hvat endamál og hvørja uppgáva skúlin hevur, og hvør uppgáva liggur hjá foreldrum og námsfrøðingum.
Skúlin hevur námsætlanir fyri hvørja lærugrein í hvørjum árgangi, og lærarin leggur sína undirvísingarætlan út frá henni.
At barnið er skúlabúgvið hevur alstóran týdning fyri eina góða skúlabyrjan. Annars er vandi fyri, at barnið fær eina keðiliga uppliving av at ganga í skúla, ikki trívist og mennir eina ringa sjálvkenslu, sum hevur óhepnar avleiðingar fyri víðari menningina, bæði fakliga og sosialt. Upplivingin hjá barninum av at hepnast, at trívast og kenslan av at “duga” í skúlabyrjanini, kann tí ikki undirmetast.
Tískil átti tað at verið ein sjálvfylgja, at námsfrøðingar og lærarar samstarva um tey 5-6 ára gomlu børnini, og at hetta samstarv helt fram inn í skúlabyrjanina. Vit lærarar hava okkara fakligu atlit at taka í einum slíkum samstarvi, og námsfrøðingar hava síni. Saman geva vit barninum eitt gott grundarlag fyri læring.
Nærum helvtin av øllum komandi næmingum, sum byrja í 1. Flokki, koma at ganga í einum av skúlunum í høvuðsstaðnum. Tíverri eru bara tveir skúlar, sum bjóða forskúla í Tórshavnar kommunu, nevniliga Sankta Frans Skúli og Skúlin á Arjahamri, og tørvurin verður ikki nøktaður. Tá Tórshavnar Kommuna víðkaði tilboðið um forskúla til at umfata Skúlan á Argjahamri, varð ein “hetz” reist móti skúlum sum heild og teirra “vánaligu námsfrøði”, sæð í mun til tilboðið, sum barnagarðar hava at bjóða somu børnum. Pástandurin var, at skúlin bara setti aldurin á 1. flokki niður, og tískil gav sama tilboð til tey 5-6 ára gomlu, sum til tey 6-7 ára gomlu, eitt tilboð, sum eisini var ótíðarhóskandi. Hetta hevur einki við veruleikan at gera. Forskúlin hevur serligar námsætlanir, har bæði lærarin og námsfrøðingurin hava sína uppgávu. Eisini hølisviðurskiftini eru gjørd til frama fyri, at karmurin um forskúlan skal vera fyrsta floks.
Seinastu árini eru alt fleiri forskúlar settir á stovn uttan fyri høvuðstaðin. Hesir forskúlar eru væl skipaðir, hava góð hølisviðurskifti og hava bæði lærarar og námsfrøðingar, sum samstarva um næmingarnar. Teir hava víst seg at verið góðir og mennandi fyri barnið, m.a. við at gera tað skúlabúgvið. Eg skilji tí ikki argumentið, at forskúlin er av tí ónda. Eg haldi, at hetta er eitt skammleyst stríð, sum ikki fremur menningina av barninum. Eg vóni, at alt fleiri foreldur krevja, at barn teirra sleppur at ganga í forskúla, so at politikararnir seta fleri forskúlar á stovn.
Eg vil enda við at siga at, samstarvið millum námsfrøðingar og lærarar um tey 5 til 8 ára gomlu børnini er av stórum týdningin fyri, at tey fáa eina góða skúlagongd.