Tíðindi
16.12.2015
Hetta sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvági.
- Tað merkir ikki tað, at tú ikki skalt spæla, men tú kanst spæla at læra. Tað er eitt, eg dugi at síggja í fleiri førum manglar í hvussu so er her hjá okkum, men hvussu mann ger tað, veit eg ikki.
Forskúli er ein møguleiki, sigur skúlastjórin, ella útskúlingin í barnagarðinum er ein annar møguleiki.
Jóhannis Joensen heldur, at hugsa tey um skúlasamstarv í Vágum, áttu tey at gjørt sær greitt, hvussu tað skuldi skipast, tá tey bygdu ein skúla. Tí høvdu tey gjørt ein samlaðan felagsskúla mitt í oynni, altso Miðvági, so høvdu tey ein skúla við 5-600 næmingum. Tað hevði verið ein stór skúlastødd í Føroyum.
- Tað hevði eisini verið frálíkt, tað hevði verið ein góð loysn, sigur hann.
Tá tey so fóru at byggja ein minni skúla – á Giljanesi – og skúlin í Sørvági er útbygdur, so er tað komið til tað, at eingin meining er í at leggja skúlarnar saman, tí tá skulu børnini kortini koyrast aftur og fram um neyðugt.
Ber tað ikki til at savna børnini á einum stað og hava undirvísing og lærarar á einum stað, dugir stjórin í Sørvágs ikki at síggja, at tað er skilagott.
- Mann kundi hugsað sær, at innskúlingin og miðskúlingin var her í Sørvági ella onkra aðrastaðni ella øvugt, men so hevði tú býtt skúlan sundur í tvey óansæð hvat.
Varð soleiðis skipað, kundi forskúlin t.d. verið har, sum innskúlingin var, men sum Jóhannis sær tað nú við 184 næmingum í Sørvági 300 á Giljanesi, so skuldi tað verið ein fyrimunur við at bygt ein eftir føroyskum viðurskiftum ovurstóran skúla.
- Var fyrimunurin bara økonomiskur, sum eg ikki dugi at síggja, at hann hevði verið, tí børnini skuldu koyrast aftur og fram, og lærararnir skuldu koyrt ímillum.
Jóhannis Joensen sigur, at tá vit byggja ein stóran skúla í Havn ella ein stóran skúla í Klaksvík, so er tað fyri at mobilisera alt á einum stað. Lærarakreftirnar eru á einum stað, og vit fáa brúkt tær, tí her er ein synergieffekt. Men tann effektin fæst ikki í Vágum, tí har er so stórur avstandur. 10. floks samstarv er millum skúlarnar í Vágum og í Vestmanna við sínum 200 næmingum, og tað tekur 40 minuttir at koyra til Vestmannar.
Jóhannisi dámar væl tankan um forskúla í Sørvági. Har hevur skúlastýrið tikið málið upp, og tey vilja hava kjak um tað. Tey hava ymsar áskoðanir um tankan um forskúla, men so má kommunan skera ígjøgnum við sínum ynskjum.
- Men vit hava pláss fyri einum forskúla. Skúlin er so mikið væl útbygdur núm, at vit kunnu í roynd og veru hava alt á einum stað.
Skúlastjórin í Sørvági kundi væl hugsað sær eitt samstarv um forskúla, men tað er aftur hetta her, at tú mást síggja eina meining í at koyra 10 minuttir ein vegin og aftur 10 minuttir hinvegin, til samans 20 minuttir, at arbeiða, um so var, at ein forskúli var í Miðvági.
Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at Sørvágs skúli hevur allan tann neyðuga fysiska karmin til eisini at hýsa einum forskúla.
- Høvdu vit ein stóran felags skúla á einum stað, hevði meining verið í.
Hann sipar til avgerðina hjá Sunda kommunu at byggja ein stóran felags skúla, ið hýsir øllum skúlavirksemi frá forskúla til miðnám.
Myndin:
Jóhannisi Joensen, skúlastjóra í Sørvági, dámar væl tankan um forskúla, men so skal hann skipast í einum stórum felags skúla
TEKSTUR: Sonne Smith