Tíðindi
06.01.2023
Endamálið við forskúlalíknandi tilboðnum er, at børnini læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur. Forskúlalíknandi tilboðið verður eisini partur av innskúlingini, yngsta bólki í skúlanum.
Í tilboðnum verður dentur lagdur á eina spælandi tilgongd til tøl, mongdir, bókstavir og ljóð. Tilboðið verður skipað við støði í kunngerðini um skipan og læring í forskúla, og virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um hesi høvuðsøki:
Samveru og samstarv
Mál og málmenning
Rørslu og motorikk
Sosialar førleikar
Undran, forvitni og skapanargleði
Handaverk og list
Støddfrøði og náttúru og at nýta náttúruna í læringini
Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum.
Foreldur, ið ynskja at skriva barn í forskúlalíknandi tilboð á Velbastað, kunnu venda sær til Leiv Frederiksen, fyrstilærara í Velbastaðar skúla.