Tíðindi
09.06.2016
Chanett Danielsen tók ímóti einum 140 forskúlabørnum úr sínum egna skúla, Skúlanum á Argjahamri á Argjum, forskúlanum í Sankta Frans í Havn, Brúnni í Runavík, Skúlaspíranum í Leirvík og forskúlanum í Kelduni á Skálafjørðinum.
Allir fimm forskúlarnir høvdu hvør sína framførslu við sangi og spæli, og aftaná fóru tey at fáa sær at eta.
Hetta stigið við at halda forskúladag varð fyrstu ferð tikið í forskúlanum hjá Sankta Frans, tá ið tey júst vóru flutt í nýggjan skúla. Hesin forskúladagur hevur síðan verið hildin fýra ferðir frammanundan ymsastaðni í landinum, har forskúlar eru.
Tá ið børnini høvdu fingið sær at eta á Argjahamri, høvdu tey tað, tey rópa "Spæliløtan". Børnini sluppu at vera saman – eitt sera væl eydnað tiltak – og tey vaksnu og børnini fóru um allan skúlan at síggja hann.
Klokkan 11:30 møttust tey aftir "til matpakka".
- So tað er rætt og slætt bara at síggja hvønn annan og hava tað stuttligt saman, segði Chanett Danielsen, sum heldur, at hetta tiltakið er rættiliga umráðandi. Børnini og teirra vaksnu síggja hvønn annan og koma hvørjum øðrum við.
Tað vísir seg eisini, at børnini úr teimum ymsu forskúlunum fara at spæla saman alt fyri eitt, har tey koma saman.
Børnini vóru púra friðarlig, meðan tey hoyrdu og sóu tað, felagar teirra úr hinum forskúlunum høvdu at vísa og lótu ljóða av sangi og spæli.
Forskúladagurin í Skúlanum á Argjahamri byrjaði klokkan 9:30 í hølinum, sum eitur Miðrók, og tað endaði umleið klokkan 10:15.
Eingin var troyttur, men øll vóru fegin.
Forskúladagurin tykist at vera eitt sera væl eydnað í strembanini eftir at samansjóva børnini í landsins forskúlum, sum eru komnir fyri at verða.
Tí at forskúlahugsjónin og –hugskotið fer sína sigursferð um alsamt størri partar av landinum.
Myndin:
Her tekur Chanett Danielsen (tann ljóshærda úti á gólvinum), toymisleiðari hjá forskúlanum í Skúlanum á Argjahamri ímóti einum 140 forskúlabørnum úr forskúlum landsins, mikumorgunin 8. juni 2016
Tekstur og mynd: Sonne Smith