Tíðindi

Formaðurin í Pedagogfelagnum ongan førleika at meta um tignina hjá lærarum

- Tað er hugstoytt, at formaðurin í Pedagogfelagnum sleingir um seg við pástandum úr leysari luft um lærarar; hvørjar førleikar Jógvan Philbrow hevur at meta um tignina hjá lærarum samanborið við tignina hjá námsfrøðingum, seta vit stórt spurnarteknin við, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

09.03.2016

Í samrøðu í Sosialinum seinasta leygardag sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, at lærarar hava altíð havt meira tign enn námsfrøðingar; hetta er spakuliga við at broytast. Tignin í lærarastarvinum er minkandi, ímeðan tignin í námsfrøðingastarvinum er hækkandi. Námsfrøðingar eru við at innheinta lærarastarvið. Heldur formaðurin í Pedagogfelagnum.

Henda útsøgnin undrar lærarar og eisini formannin í Lærarafelagnum.

- Hetta, ið Jógvan Philbrow sigur, botnar í eini trongd alla tíðina á sammeta seg við lærarastarvið. Einki er galið við kravinum hjá námsfrøðingum at vilja hava løn og fyrireikingartíð sum lærarar; tey krøvini eru vælkomin at seta fram, men ofta verða negativir hugburðir og fordómar móti lærarum slongdir út samstundis. Eg dugi ikki at síggja, hví Pedagogfelagið skal niðurgera lærarar og lærarafakið í royndini at fremja sína søk. Tað eru nógv dømi um tað, serliga í sambandi við forskúlakjakið, og nógv teirra eigur núverandi formaðurin í Pedagogfelagnum; hann hevur ein keðiligan óvana at sáa iva um lærarastættina. Tað harmar okkum almikið; námsfrøðingar fáa ikki somu viðferð frá lærarum. Tað kemur ikki fyri, at vit úttala okkum negativt um námsfrøðingar í Skúlablaðnum ella á heimasíðu Skúlablaðsins. Námsfrøðingar og lærarar arbeiða bæði við børnum, og tí áttu námsfrøðingar og lærarar heldur at tosað positivt um hvønn annan og samstarvað, heldur enn at koma við hesum evindaligu pástandunum, at lærarar eru so og so. Og tað sømir seg ikki einum fakfelagsformanni at úttala seg um annan fakbólk á henda hátt. Sum fakfeløg eiga vit ikki at baktala hvønn annan; tað er ein ringur siður, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaður Føroya Lærarafelags skilir væl, tá Pedagogfelagið førir fram, at lønin er ov lág, og at eingin fyrireikingartíð er.

- Tá tað er sagt, so er ikki neyðugt at sammeta námsfrøðingastarvið við lærarastarvið. Læraraútbúgvingin í Føroyum er hálvtannaðhundrað ára gomul. Talan var upprunaliga um eitt mannfólkaarbeiði burturav. Eyðsæð eru tað søguligar orsøkir til lønarmunin millum lærarar og námsfrøðingar. Lærarayrkið hevur eina nógv drúgvari søgu og siðvenju enn námsfrøðingaryrkið, sum í grundini er rættiliga nýtt. Námsfrøðingayrkið hevur frá byrjan verið eitt konufólkayrki, og vit vita, at søguliga hava yrki, har flestu starvsfólkini eru konufólk, verið lægri lønt enn yrki, sum eru mannað í høvuðsheitum við monnum. At tað er órímiligt, kunnu vit skjótt verða samd um.

Jógvan Philbrow førir fram í somu grein, at námsfrøðingar, sum starvast í forskúla, skulu hava somu sømdir sum lærarar. Hetta skilir Herálvur Jacobsen væl.

- Lærarar og námsfrøðingar hava ymiska útbúgving og ymiska tilgongd í sínum arbeiði, umframt ymiskar uppgávur. Sjálvandi er stór yvirlapping. Men tá lærarar og námsfrøðingar røkja somu uppgávu - at skipa forskúla, so eiga teir at fáa somu sømdir og løn. Men Jógvan Philbrow átti at skilt, at tað ikki eru lærarar, sum nokta námsfrøðingum løn og fyrireikingartíð. Eins og Lærarafelagið hevur Pedagogfelagið ein arbeiðsgevara at samráðast við. Tað er har, stríðið skal standa, og ikki millum fakfeløg.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni