Tíðindi

Formaður í Lærarafelagnum heldur fram

Í dag er síðsta freist at bjóða seg fram sum nevndarlim og formansvalevni í Føroya Lærarafelag

09.04.2022

Á aðalfundinum í Føroya Lærarafelag 30. apríl er formansval og nevndarval á skránni. Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu trý árini, bjóðar seg fram aftur. Eingi mótvalevni eru, og tí heldur hann fram komandi trý árini. Hann hevur verið í nevndini síðan 2015.

Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið, standa fyri vali. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillar ikki upp aftur. Tórhallur við Gil bjóðar seg fram aftur, og tað gera fýra onnur valevni eisini.

Valevnini skipað í bókstavarað:

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla

Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri

Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla

Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla

Aðalfundurin verður 30. apríl á Hotel Føroyum; tveir gestarøðarar vera, annar er fyrrverandi formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen, og hin landsstýrismaðurin við skúlamálum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni