Bloggur

Forkunnigar forteljingar

Tóri Atlason, læraralesandi á fjórða ári á Námsvísindadeildini, bloggar

10.10.2021

Í evstu løtu valdi eg at skifta linjufak og havi nú føroyskt á linju. Eg visti longu áðrenn, eg søkti inn á læraraskúlan, at eg ynskti at undirvísa í ítrótti og enskum, og eg varð so heppin, at hetta læt seg gera. Tá ið tað kom til at velja triðja linjufakið, fall valið ikki líka lætt. Eg ivaðist leingi ímillum føroyskt og søgu, tvey, tí áhugin fyri føroyskum var størstur. Eg komi í hesum bloggi at hála tykkum við á seturskúla við føroysklinjuni og at greiða frá um afturvendandi evnisvikuna á Námsvísindadeildini.

Í síðstu viku fóru vit, ið hava føroyskt, á seturskúla. Vit hittust týsdagin í Beitinum í Miðvági, barndómsheiminum hjá Mikkjali á Ryggi. Uttan fyri gamla og sjarmerandi húsið hoyrdist fuglasangur í heystveðrinum. Tær óvart innfluttu vespurnar leikaðu í uttanfyri – Mikkjal hevði óiva havt áhuga í teimum.

Dagurin byrjaði við framløgum um mætar menn úr Miðvági, nevnast kann Svabo, Rasmus Rasmussen og Mikkjal á Ryggi. Eftir hetta fóru vit rundtúr kring bygdina við ferðaleiðara. Vit gingu eftir fótasporunum hjá ‘illu Beintu’, fóru inn í gamla skúlan og gingu eftir vatninum, har Mikkjal høgdi eina yrking í áargrótið. Afturkomin í Beitið varð undirhald til kvøldsetu fyrireikað, og leiðin gekk so til Sandavágs.

Í Sandavági var eisini rundferð við ferðaleiðara. Vit vóru millum annað í løgmansgarðinum á Steig, har Hammershaimb varð borin í heim, eisini vóru vit í Sandavágs kirkju. Kirkjan er einastandandi vøkur í sjálvum sær, men serliga var tað sandavágssteinurin, eisini kallaður rúnusteinurin, ið var bergtakandi. Dagurin endaði við áðurnevndu kvøldsetuni, har sjónleikur, kabarett og sangir vóru á breddanum. Mikudag fóru vit túr niðan á Trøllkonufingur í dyrdarveðri, har vit prátaðu um søgnina og hugleittu um seturskúla okkara.

Hendan vikan hevur eisini verið heilt serstøk. Afturvendandi evnisvikan á Námsvísindadeildini var á skránni, og hesaferð var evnið ‘granskingargrundað undirvísing og læring’. Eitt spennandi evni, har vit innanfyri greiðar rammur sluppu at arbeiða fjølbroytt. Kjarnan var at finna fram dygdargóða gransking við serligum atliti at javnlíkamettum greinum. Hetta skuldi vera grundvøllurin fyri okkara framsýningar, ið vóru í endanum á vikuni. Tær ymsu linjurnar arbeiddu innan sítt fak, og nógv heilt framúrskarandi úrslit komu burturúr. Avrikini fevndu víða, frá poddvarpi um rørslu - til animatiónsfilm um málføri, filmar og vakrar innihaldsríkar talgildar plakatur um alskyns evni. Kann ikki sigast annað enn, at framtíðin hjá fólkaskúlanum er í tryggum hondum!

Hetta hava verið tvær øðrvísi vikur, men hava sanniliga undirstrikað tað, ið granskingin sigur. Undirvísingin má vera fjølbroytt! Tað kann ikki við orðum lýsast, hvussu gevandi og stuttligt tað er at sleppa inn í Beitið at frætta um ævisøgu Mikkjals, at standa í løgmansgarðinum á Steig og hoyra um samtíð Hammershaimbs, at frætta um Trøllakonuna, ið gjørdist til stein, tá sólin reis ein dýrdardag. Og at hava møguleikan at hugdjúpa og missa seg sjálvan burtur í einum evni eina evnisviku og at síggja, frætta um og lata seg hugkveikja av avrikunum hjá øllum lesandi á Námsvísindadeildini. Slíkir dagar seta djúp spor, ikki einans fakliga, men eisini viðvíkjandi samanhaldi. Tað er tí sera týdningarmikið hjá okkum komandi lærarum at duga væl at seta saman seturskúlar og at fyrireika góðar evnisvikur. Tí, eftir níggju long ár er tað oftast teir dagarnar, ið eru øðrvísi, ið standa fram úr múgvuni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni