Tíðindi
26.08.2016
Foreldraskúli er eitt hugtak, sum hevur gjørt um seg í grannalondum okkara. Endamálið við Foreldraskúlanum er at bøta um trivnaðin hjá børnunum. Kanningar vísa, at børn, hvørs foreldur hava gingið í foreldraskúla, trívast betur og klára seg væl betur sosialt og fakliga enn tey børn, hvørs foreldur ikki hava gingið í foreldraskúla.
Endamálið við foreldraskúlanum er at knýta foreldur og lærarar tættari at hvør øðrum, soleiðis at barnið fær optimalar umstøður at trívast í, og á henda hátt fær eina góða skúlagongd. Foreldrini hittast 4 ferðir um árið og møtiskylda er, soleiðis at øll børn hava sama útgangsstøði. Umframt at læra hvønn annan at kenna, eru áhugaverdir fyrilestrar á skrá, har foreldur fáa innlit í, hvussu tey best stuðla barninum í skúlagongdini, eins og læring og menning í síni heild verða umrødd.
Foreldraskúli hevur ikki verið vanligur í Føroyum, men í ár er Skúlin við Løgmannabreyt farin undir foreldraskúla. Foreldur at næmingum í 1. flokki eru tey fyrstu, ið fáa tilboðið um foreldraskúla.
Hóskvøldið 26. august var kunnað um foreldraskúlan, og fyrsta evnið umrøtt. Av tí at skúlin leggur stóran dent á lesing, fingu børnini hvør sína bók um Herviliga Henry, sum Bókadeildin læt.
Kelda: svl.fo