Tíðindi
17.12.2015
Á kveikingardegnum, sum SSP-ráðgevingin skipaði fyri í november, hevði Jens Andersen, sálarfrøðingur úr Danmark, áhugaverda framløgu við heitinum Foreldur og ávirkan teirra á trivnaðin, felagslívið og skúlagongdina hjá børnunum.
- Tað, sum hevur størstan týdning fyri, hvussu børn klára seg í skúlanum, er, at foreldrini vísa áhuga fyri, hvussu tey klára seg, og hvussu tey hava tað. Hetta er tann týdningarmesti faktorurin, sum vit kunnu máta trivnað og læring eftir. Tað er so nógv, sum ávirkar børnini í uppvøkstrinum, skúlin, nærumhvørvið, vinir, familjan, foreldur og miðlar til dømis. Miðlarnir hava størri og størri ávirkan, men størst ávirkan hava framvegis tey vaksnu, og tað er mátin, sum tey eru saman við børnunum uppá, sum er avgerandi fyri, hvussu tey klára seg. Og tey vaksnu eru tey, sum børnini hava størsta kensluliga tilknýti til, tað vil siga foreldrini.
Í uppleggi sínum tosaði Jens Andersen nógv um, hvussu umráðandi tað er at arbeiða fyri góðum og mennandi felagsskapum, har børnini eru partur av, bæði í skúlanum og í frítíðini.
- Nógvar góðar orsøkir liggja til grund fyri, at tað er skilagott at arbeiða við positivum, konstruktivum felagsskapum; børn trívast betur, og tey læra meiri. Men børn skapa ikki hesar felagsskapirnar sjálv, tey skapa vinaløg; tað eru tey vaksnu rundan um børnini, sum skulu hjálpa børnunum at skapa felagsskap. Foreldrini eru ógvuliga umráðandi fyri, um hetta skal eydnast.
Í arbeiði sínum í nógv ár í Danmark hevur Jens Andersen sæð dømi um, hvussu væl tað kann ganga, tá skúli og heim ganga saman um at skapa góðan felagsskap.
- Arbeiða skúli og foreldur saman um at skapa góðan felagsskap rundan um børnini og so tíðliga í skúlagongdini sum til ber, sæst hetta aftur ígjøgnum alla skúlagongdina, heilt upp í miðnám og hægri lestur. Ein kanning í Danmark vísir nevniliga, at tey, ið gjøgnumføra eina universitetsútbúgving eftir tilskrivaðari tíð, eru partur av einum góðum og mennandi felagsskapi frá fyrsta skúladegi; øvut vísir tað seg, at tey, ið brúka longri tíð upp á gera útbúgvingina lidna, eru ikki partur av einum felagsskapi. Hetta at vera saman við øðrum, at hoyra til í einum bólki, er altavgerandi fyri, hvussu tú trívist, og harvið hvussu tú lærir.
Mynd: Rannvá Egholm