Tíðindi

Foreldrasamstarv størri týdning enn vit áður hava givið okkum far um

At foreldrini verða tikin upp á ráð, og at tey alla tíðina eru við í tilgongdini saman við skúlanum at fáa barnið at trívast hevur øgiliga nógv at siga. Tað siga Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Mariann Poulsen, varaskúlastjóri, og Marin G. Petersen, samskipari, í Stranda skúla

25.10.2022

Nýggja trivnaðar- og menningarætlanin, sum tey eru í holt við í Stranda skúla, hevur longu givið úrslit. Hóast tey ikki eru komin á mál enn, so eru Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Mariann Poulsen, varaskúlastjóri, og Marin G. Petersen, samskipari, ivaleys í, at tað er betri trivnaður millum næmingarnar eftir at nýggju amboðini eru tikin í nýtslu.

- Tað hava verið nøkur mál við mistrivnaði og øðrum, har vit hava brúkt nýggju amboðini, og tey hava gagna okkum væl. At foreldrini verða tikin upp á ráð, og at tey alla tíðina eru við í tilgongdini saman við skúlanum at fáa barnið at trívast hevur øgiliga nógv at siga. Tað er tó ikki so einfalt at siga, at bara foreldrini eru við, so fáa vit barnið at trívast, men sannlíkindini fyri, at vit fáa barnið at trívast eru nógvar ferðir betri, um tey eru við. Øll mál eru ikki einføld ella løtt at loysa, og øll foreldur megna ikki at samstarva í tann mun, sum ynskiligt er. Men tað er givið, at foreldrasamstarvið hevur nógv størri týdning enn vit áður hava givið okkum far um.

Tíðarætlanin at fáa nýggju trivnaðar- og menningarætlanina at virka er sett til tvey ár; tað vil við øðrum orðum siga, at tá ið hetta skúlaárið er av, eru tey komin á mál. Um tað fer at eydnast, tora tey í Stranda skúla ikki at siga fyri vist, tí sum skilst er tilgongdin drúgv menningartilgongd, sum alla tíðina verður tillagað.

- Tá ið tú arbeiðir við trivnaði, kemur tú ongantíð á mál, men vónandi hava vit tá skapt góðar karmar fyri ein skúla, sum er í menning, og har næmingar og starvsfólk trívast væl. Og tá eru vit vónandi væl á veg at hava sett í verk ein nýggjan máta at arbeiða uppá og at samstarva við foreldur.

Skúlastjórin ásannar, at tilgongdin hevur kravt nógv av bæði starvsfólkum og foreldrum. Hann er ivaleysur í, at fert tú væl við starvsfólkunum, fært tú tað fleirfaldað aftur.

- Eg eri ovfarin av starvsfólkunum, sum hava givið sítt ítasta. Starvsfólkini í okkara skúla hava rættiliga stóra ávirkan á sítt arbeiði, vit tosa um álit fram um eftirlit, men í høvuðsheitum geva øll sítt til, at hetta skal bera á mál. Sjálvsagt hoyrast puff av og á, tað er væl skiljandi, tí alt tað ymiska, vit hava sett á skránna, tekur nógva tíð, men tað er í lagi at puffa. Er tørvur á at steðga á eitt bil og kanska bakka fyri at fáa øll við, so gera vit tað og tillaga ætlanirnar, soleiðis at tær eru liviligari. Tað, sum alla tíðina heldur okkum til eldin, er, at vit triðju hvørja viku eru saman á leiðslufundi við trivnaðarráðgevanum í Námi og SSP-ráðgevanum. Tá greiða vit frá gongdini, og tey fáa okkum at reflektera um tað, sum hendir, og koma við hugskotum um, hvussu vit koma víðari.

- Eg eri eisini fegin um, at foreldrini hava tikið so væl undir við hesum. Foreldrafundir eru ikki longur soleiðis, at lærarin greiðir frá, meðan foreldrini lurta; foreldrini hava fingið eina týðiligari rødd, og tað dámar teimum væl.

Hvussu er støðan um fimm ár?

- Vit høvdu verið fegin, um vit tá kundu sagt, at eingin happing fer fram, at øll sleppa at vera, sum tey eru, og at foreldur kunnu kenna seg trygg at lata børn síni í okkara skúla. Tað er málið, hóast vit vita, at tað er høpisleyst at tosa um tann perfekta skúlan. Men vit eru sannførd um, at vit eru ein skúli, sum setir trivnað og menning sera høgt.

Les um trivnaðar- og menningarætlanina í Stranda skúla í Skúlablað nr 5, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni