Tíðindi
04.07.2023
Við virknaði frá skúlaárinum 2019/2020 gjørdi landsstýriskvinnan, uttan parthoyringar, av at stytta árliga skúladagatalið við 5 døgum niður í 193 dagar, og at nýta dagarnar til at leingja um summarfrítíðina úr 7 til 8 vikur. Høvuðsgrundgevingin fyri hesari broyting var at økja um fyrireikingartíðina hjá lærarum.
Foreldrafelagið Heim & Skúli vóru sum heild positiv um, at lærararnir fingið meira tíð at fyrireika skúlaárið fyri næmingarnar, men vit undraðist yvir fleiri sjónarhorn í, at summarferian fyri næmingarnar var longd eina viku (https://heimogskuli.wixsite.com/heimogskuli/post/longt-summarfr%C3%AD). Heim & Skúli mælir til, at týðandi broytingar av skúlaárinum verða framdar í samráð við viðkomandi partar.
Skúlafrítíðirnar í Føroyum eru áleið tær somu sum í grannalondum okkara. Tað er tó ein týðandi munur. Øll Norðurlond hava eina vetrarfrítíð, og tað sama hava fleiri onnur lond so sum Týskland, Holland, Belgia, Sveis og Eysturríki. Í Føroyum hevur hinvegin ikki verið siðvenja fyri vetrarfrítíð, sum í øðrum londum vanliga verður løgd í einum tíðarskeiði í februar.
Foreldrafelagið Heim & Skúli vísir á, at grundgevingin fyri at leingja summarfrítíðina til økta lærarafyrireiking ikki var umbiðin av teimum, ið varða av skúlanum (Jacob Eli S. Olsen, Føroya Lærarafelag og Eyðun Christiansen, Kommunufelagið, KVF 7. august 2019) – og leingjan av summarfrítíðini úr 7 upp í 8 vikur ikki var eftirspurd í samfelagnum.
Foreldrafelagið vísir eisini á, at skúlafrítíðir eru partar av einum størri samfelagsligum høpi, og mugu millum annað síggjast í samanhangi við arbeiðsmarknaðin og tørvin í heiminum.
Flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð, og tí kunnu langar samanhangandi frítíðir vera ein avbjóðing. Tað kann gerast avbjóðandi hjá familjunum at halda frítíðirnar saman, og hjá einligum foreldrum og foreldrum við smærri børnum kunnu langar frítíðir gerast serliga avbjóðandi, tí vanligt er at eisini frítíðartilboð hava stongt í eitt tíðarskeið á sumri. Verandi skipan kann tí metast at vera í ósamsvari við, hvussu arbeiðs- og familjulívið annars er skipað.
Tað kann soleiðis metast sum ein fyrimunur at flyta eina summarfrítíðarviku til eitt tíðarskeið, har eitt kommunalt frítíðartilboð er opið.
Tað hevur eisini verið víst á, at skúlatíðarskeiðið millum jól og páskir er ov langt, og at børnini sum tey eru flest høvdu havt gagn av einum steðgi í tíðarskeiðinum.
At enda vísir Heim & Skúli á, at tað kann tykjast margháttligt, at Føroyar sum tað einasta landið, vit vanliga samanbera okkum við, ikki hevur innført vetrarfrítíð.
Janus Vang, formaður, Foreldrafelagið Heim & Skúli