Tíðindi
31.03.2025
Hvussu nógv lærarar brúka námsætlanirnar, er tað eingin, sum hevur kannað; fatanin hjá teimum, sum nú dagføra námsætlanirnar, er, at lærarar, sum hava próvtøkulærugreinir í hádeild í fólkaskúlanum og miðnámi, brúka tær nógv.
- Tað eru ikki námsætlanirnar, sum flyta fjøll; nógv gransking vísir, at tað hinvegin er tað, sum hendir í skúlastovuni umframt gott undirvísingartilfar, ið er mest týðandi. Í ein øgiliga stóran mun er tað undirvísingartilfarið, sum er til taks, sum ger av, hvat tú undirvísir í. Soleiðis er ikki bara hjá okkum, men alla staðni. Aðrastaðni hava tey granskarar, sum granska í ymiskum, sum hevur við námsætlanirnar at gera, og tí kunnu tey taka granskingargrundaðar avgerðir. Tá ið tað ikki verður granskað í námsætlanum í Føroyum, mugu vit hella okkum aftrat útlendskari gransking.
Tað er greitt, at tá ið námsætlanirnar verða dagførdar, mugu dagføringar eisini gerast í próvtøkunum. Ein broyting verður, at munnlig próvtøka verður í støddfrøði í 9. flokki.
- Tað er eitt ynski í skúlaskipanini at styrkja førleikarnar hjá næmingum at samskifta í støddfrøði; sum er fara næmingar upp munnliga í støddfrøði í 10. flokki, men tað verður broytt til at fata um 9. flokk eisini. Av tí at nógvir næmingar ikki fara í 10. flokk, fara næmingar úr fólkaskúlanum uttan at hava verið uppi í munnligari próvtøku í støddfrøði, og tað er ikki nóg gott.
Broytingar verða eisini gjørdar í skrivligu próvtøkunum. Í føroyskum og donskum verða broytingar ikki gjørdar í kørmunum rundan um próvtøkuna, men í innihaldinum.
- Tað snýr seg um at orða spurningar øðrvísi fyri at samsvara betur við førleikamálini í námsætlanunum. Atfinningarnar bæði í Føroyum og uttanlands hava verið um, at okkara næmingar arbeiða yvirskipað og grunt og duga knapt so væl at fara í dýpdina. Próvtøkuformurin hevur stóra ávirkan á úrtøkuna av undirvísingini, og vit kunnu stýra henni rættiliga nógv. Tað er í grund- og miðdeild, at grundarlagið verður lagt í undirvísingini og læritilgongdini og úrtøkuni hjá næmingunum. Jú størri dirvi tú hevur, jú meiri áhaldandi tú arbeiðir, jú betri fortreytir hevur tú at møta avbjóðingum, tá tú kemur í miðdeildina. Hyggja vit bara at PISA-úrslitunum, so eru ábendingar um, at okkara næmingar í stóran mun læra at arbeiða grunnskygt og í minni mun í dýpdini. So skjótt teir møta avbjóðingum, so missa teir dirvi og áhaldni. Hesum mugu vit leggja upp fyri í arbeiðshættunum. Tú lærir ikki hetta, um tú ikki roynir tað aftur og aftur; næmingarnir skulu læra at arbeiða áhaldandi, menna eina innara strategi fyri, hvat tað er, sum skal til fyri at skilja ein arbeiðssetning og megna eina uppgávu. Tað er sera umráðandi, at næmingurin ognar sær henda førleikan í grunddeildini og miðdeildini, soleiðis at førleikin er mentur og situr í merginum í hádeildini. Tey børnini, sum eru virkin og arbeiða áhaldandi, fáa betri úrslit. Skipanin hjá okkum er ikki nóg góð, og námsætlanin ger tað ikki einsamalt, sigur Emmy S. Joensen.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.
Mynd: pexels.com