Tíðindi
30.11.2015
Trivnaður og happing í skúlanum skulu takast í álvara, og lærarar skulu hava tíð at arbeiða við hesum. Tað heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum hevur sett sær fyri at fáa floksins tíma aftur á tímatalvuna. Nær hetta verður gjørt, er eitt sindur ivasamt, tí, sum hon sigur, so skal hallið á fíggjarlógini burtur, áðrenn tey stóru tiltøkini verða sett í verk. Síðan floksins tími varð tikin av tímatalvuni fyri nógvum árum síðan, hevur verið tosað um, at tað er so kostnaðarmikið at fáa hendan tíman innaftur, men hesum vísir landsstýriskvinnan aftur.
- Árgangirnir í innskúlingini hava longu floksins tíma, og í teimum elstu flokkunum kundi tað verið soleiðis, at floksins tími verður partur av aðrari lærugrein, til dømis samfelagsfrøði, sum onkursvegna er eitt slag av floksins tíma. Sjálvsagt kostar tað nakað at fáa floksins tíma á tímatalvuna, men hesin tímin er ógvuliga umráðandi, og vit vilja raðfesta trivnað og happing.
Sagt verður vanliga, at lærarin skal hugsa trivnað og fyribyrging av happing inn í hvønn einasta tíma, hann undirvísir, men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, tí seinasta happingarkanningin vísir, at happing framvegis er ein stórur trupulleiki. Sitatini frá børnum, sum eru tikin fram í happingarkanningini, avdúka, at samskiftið millum børn og vaksin ikki er nóg gott, og at frástøðan mangan er ov stór, eisini millum lærarar og næmingar.
- Onkra hendinga ferð havi eg hoyrt onkran lærara siga, at eg eri lærari, tí eg vil læra børnini at lesa og skriva og onki annað - og alt hitt kunnu foreldrini taka sær av. Men hesin hugburður er snøgt sagt ótíðarhóskandi í dag, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum tó fegnast um, at flest allir lærarar vísa børnunum ans, eisini sum menniskju.
- Í okkara parti av heiminum er gerandisdagurin ógvuliga samansettur og fløktur, og hetta ger, at tað verða sett so nógv størri og fleiri krøv til okkum sum menniskju, okkara sosiala intelligens, okkara førleikar at skapa relatiónir og okkara førleika at samskifta. Tí er so umráðandi, at vit eisini átaka okkum leiklutin sum vegleiðari og vaksin fyrimynd, so børnini finna seg til rættis sum einstaklingar í felagsskapinum. Tað er umráðandi at tosa um hesi viðurskiftini og at hava tíð til tað, og júst til hetta er floksins tími eitt gott forum, sigur landsstýriskvinnan.
- Tað er eisini munagott, at vit hava toymisfundir við lærarunum, sum eru um flokkin og næmingin til dagligt, og lærarin hevur eisini samband andlit til andlits við næmingin, men tað mugu eisini verða stundir at taka upp evni heilt grundleggjandi, so sum, hvussu eru vit sum felagsskapur. Hetta skulu vit hava tíð at tosa um. Okkara skúli og samfelag er skipað soleiðis, at vit alla tíðina eru í relatión við onnur menniskju, og har trivnaðurin alla tíðina er í spæl. Tað er neyðugt í dagsins samfelag at geva barninum tíð at seta orð á tað, sum hendir tí og felagsskapinum og grunda yvir, hvør leikluturin hjá viðkomandi er í øllum hurlivasanum, sum er og sum kemur úr øllum heraðshornum, til dømis gjøgnum miðlarnar, og mangan í einum luftlagi, sum tey vaksnu ikki skilja og tí hava brúk fyri at hoyra børnini. Tú kanst ikki hjálpa nøkrum, um tú ikki ert í eygnahædd við tann, tú skalt hjálpa.
Umframt floksins tíma ætlar landsstýriskvinnan eisini at fáa næmingaráð at virka í øllum skúlum. Summir skúlar hava næmingaráð, men teir eru ikki nógvir, og tað er misjavnt, hvussu tey virka.
- Vit hava sett í samgonguskjalið, at hugurin til at taka lut í fólkaræðinum skal verða styrktur. Her eru næmingaráðini týdningarmikil. Trivnaður og happing hava sanniliga nakað við fólkaræði og okkum sum tjóð at gera, hvussu vit eru mótvegis hvør øðrum, hvussu vit tosa við hvør annan, hvørji virði vit seta í hásæti, og hvussu vit virða, at vit eru ymisk.
Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015, sum kemur fríggjadagin.