Tíðindi

Fleiri lærarar um færri næmingar

Tað er ein góð gongd og góður bati, at floksstøddin verður minkað næstu árini. Tað merkir, at lærarin í hvørjum einstøkum flokki fer at hava færri næmingar at undirvísa, og tað er gott og neyðugt. Møguleikarnir hjá læraranum at røkka hvørjum einstøkum næmingi verða betri, og av tí sama verða lærufortreytirnar hjá næmingunum eisini betri. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

18.07.2024

Tað er ein krevjandi uppgáva at undirvísa í einum stórum flokki, og tað er heldur ikki bara bara hjá læraranum at bera so í bandi, at næmingarnir fáa nokk burturúr. Lærarin er tó útbúgvin til uppgávuna og brúkar sjálvsagt sínar fakligu førleikar. Tí fær hann tað at bera til, sjálvt um tað viðhvørt er møtimikið og stríggið. Sjálvandi eru eisini løtur, har tað tó ikki gongur ikki sum ætlað, men tað verður altíð løgd stór orka í fyri at fáa tað ganga so væl sum møguligt.

Við minkaðu floksstøddini fer tað kortini at ganga nokk so rúm tíð, áðrenn hon fer at galda fyri allar árgangir í fólkaskúlanum. Hon verður sett í verk í stigum, og ynskiligt hevði verið, at tað gekk skjótari, men tað er so tað. Tað er at frøast um øll framstig, sum henda á fólkaskúlaøkinum, og allur bati bøtir.

Ein annar táttur, sum ofta verður knýttur at floksstødd, er tvílæraraskipan. Tað liggur í sjálvum orðinum, at talan er um tveir lærarar um ein flokk. Ein tílík skipan kann skipast upp á fleiri mátar, t.d. við at tveir lærarar undirvísa í flokkinum, ella at annar lærarin undirvísir einum minni bólki. Tað altavgerandi er, at tað eru tveir lærarar knýttir at flokkinum. Ein munadygg tvílæraraskipan hevði eisini hevði gjørt stóran mun í fólkaskúlanum.

Í løtuni er skipanin tann, at tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki tekur við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tað vil siga, at í nøkrum tímum eru tveir lærarar um flokkin, um næmingatalið er hægri enn 17. Hendan skipanin er betri enn einki, men kortini alt ov lítið.

Skipanin má byggjast út, soleiðis at hon verður á øllum floksstigum. Ja, tað kostar eitt sindur av pengum, men sjálvandi kostar tað at hava góða undirvísing. Ein tvílæraraskipan, sum hevði verið galdandi fyri allar árgangir, hevði veruliga munað. Hon hevði verið til gagns fyri bæði lærarar og næmingar, og kanska hevði tað í síðsta enda eisini verið ein sparing, tí næmingarnir høvdu funnið seg betur til rættis, tí lærarin hevði havt betri stundir til hvønn einstakan næming.

Fáa vit fleiri lærarar um færri næmingar, eru útlitini fyri, at skúlagongdin hepnast væl munandi betur. Og sjálvandi eiga vit at stremba eftir tí.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni