Tíðindi

Fleiri forskúlar í umbúna

Í nógvum skúlum og kommunum verður arbeitt við at seta forskúla á stovn

07.09.2022

Í fjør vóru teir níggju í tali, í ár eru teir ellivu, og komandi skúlaár verða teir væntandi væl fleiri í tali. Kollafjarðar skúli arbeiðir við at seta á forskúla á stovn. Skjøtul var settur á arbeiðið farna skúlaár, og sum skilst á skúlastjóranum arbeiða tey fram ímóti, at forskúli verður tilboð komandi skúlaár. Seinni í heyst rokna tey við, at nýtt er at hoyra um málið.

Sama støða er á Tvøroyri. Eisini har settu tey ferð á arbeiðið síðsta skúlaár. Síðst í hesum mánaðinum verða ætlanirnar lagdar fyri foreldrafund.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey ikki liðug at viðgera spurningin, hvørt tey fara at seta forskúla á stovn ella ikki. Málið hevur verið fyri á fundi í skúlastýrinum, og tað kemur fyri aftur í vikuni. Skúlastjórin væntar, at avgerð verður tikin skjótt.

Í Eysturskúlanum í Havn ætlaðu tey at seta forskúla á stovn í skúlaárinum, sum júst er byrjað. Ætlanin var síðan broytt til at fara undir forskúla komandi skúlaár, og eftir ætlan verða børn skrivað inn í forskúla í Eysturskúlanum, tá ið vanliga innskrivingin verður komandi ár.

Í Velbastaðar skúla hava tey eisini ætlan um forskúlalíknandi tilboð komandi skúlaár við støði í teimum royndum, sum Nólsoyar skúli hevur við líknandi tilboði.

Sum skilst arbeiða tey eisini við forskúla í Vágs skúla.

Í vár segði skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, at skúlin hevur sum er ikki umstøður at hýsa forskúla, og tí eru ongar ítøkiligar ætlanir um forskúla. 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni