Tíðindi

Fimm vilja vera skúlastjóri á Skúlatrøð

Freistin at søkja skúlastjórastarvið á Skúlatrøð í Klaksvík var úti 1. august. Fimm umsóknir eru komnar.

05.08.2024

Skúlin á Skúlatrøð skal hava nýggjan skúlastjóra eftir, at Vagn Foldbo, sum hevur verið stjóri í nøkur ár, er farin í annað starv.

Starvið sum skúlastjóri á Skúlatrøð verður sett frá 1. sept. 2024 ella sum skjótast eftir tað. Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1.-10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.

Á Skúlatrøð er eisini móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í Norðoyggjum.

Umframt vanligar skúlafyrisitingarligar uppgávur hevur stjórin eisini neyvt samstarv við trivnaðardeildina í Klaksvíkar kommunu, sum umsitingarliga varðar av kommunala parti skúlans, umframt við aðrar deildir.

Starvið er sáttmálasett og flokkað í lønarflokki 40.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 59.675,57 kr. umframt 17% í eftirløn.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni