Tíðindi
06.02.2025
Tiltøk, ið styrkja sambondini millum næmingarnar, eru gull verd. Bólkaarbeiði, felagsverkætlanir og sosial tiltøk kunnu øll vera við til at skapa eina sterka kenslu av samhuga. Tá ið næmingarnir hava tað gott saman og eru tryggir við hvønn annan, duga teir eisini betur at stuðla hvørjum øðrum í at taka sunnar og góðar avgerðir.
Hetta er tað, SSP styðjar upp undir við verkstovum og foreldrafundum frá skúlabyrjan, umframt í miðdeild og hádeild. Hesi átøk eru Knýta bond og skíggjanýtsla, Góðir miðlavanar og Góða ungdómslívið.
Tá ímyndin ger ov nógv av: At skilja sjónarmið og ávirkanina hjá næmingum
Ein týðandi partur av at fremja tað Góða ungdómslívið er at skilja, hvussu næmingarnir ávirka hvønn annan, eisini ótilvitað. Ungdómurin hevur ofta lyndi til at yvirmeta, hvussu nógv javnaldrar til dømis roykja, snúsa ella royna rúsdrekka. Slík skeiklað veruleikamynd kann fáa tey at føla, at tey mugu fylgja við fyri at passa inn – sjálvt um veruleikin oftast er ein annar.
Her koma hugtøkini fleirtalsmisskiljingar og yvirmettar sosialar ímyndingar inn í myndina. Við sosialari peiling sum amboð snýr tað seg um at hjálpa teimum ungu at síggja veruleikan, sum hann er, og gera upp við ímyndina, tey hava um vanar og atferð millum onnur ung. Tá ið næmingarnir fáa eyguni upp fyri, at nógvir av floksfeløgunum faktiskt ikki drekka so nógv, sum tey hildu, ella als ikki drekka, verður tað lættari hjá teimum at siga nei, heldur enn at royna at liva upp til ímyndina. Hetta er ein partur av verkstovuni Góða ungdómslívið.
Við einføldum amboðum so sum dulnevndum spurnakanningum kunnu tit eisini, saman við næmingunum, kanna vanarnar hjá næmingunum og finna út av, hvussu løtumyndin sær út. Tað er ofta ein jalig sannkenning, ið gevur møguleika til góðar samrøðum í flokkinum. Á SSP.fo ber til at finna íblástur og tilfar til lærarar og onnur til undirvísingina.
PAS Light: Eitt hent amboð á miðnámi
Vit vita, at skiftið úr fólkaskúla til miðnám ofta ber við sær nýggjar avbjóðingar – serliga tá ið talan er um rúsdrekka. Fyrstu ferð, tey ungu av álvara kenna trýstið at drekka, kemur oftast upp undir ella í miðnámstíðini. Tí hava vit at sett á skránna eitt nýtt skeið í februar 2025, ið kallast PAS Light, sum er serliga ment til miðnámsnæmingar og aðrar næmingar, har rúsdrekka tekur dik á seg.
PAS Light er fyribyrgjandi tilfar, ið gevur næmingunum kunnleika um ávirkanina av rúsdrekka á m.a. felagsskapin, og amboð til at taka avgerðir á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt. Tilfarið er sniðgivið til at passa inn í gerandisdagin á miðnámsskúlum og kann vera ein virðismikil stuðul fyri bæði næmingar og lærarar at handfara tær avbjóðingar, sum rúsdrekka kann hava við sær, og til at betra um rúsdrekkamentanina millum næmingarnar.
Saman gera vit mun
Sum lærari hevur mann ein serstakan møguleika at gera mun og hava jaliga ávirkan á lívið hjá næmingum. Við at samstarva við SSP og onnur kunnu tit fáa atgongd til tilfeingi og kunnleika, ið kann hjálpa tykkum at skapa eitt trygt og stuðlandi umhvørvi, har næmingarnir trívast og mennast.
Tá ið vit saman arbeiða fyri at styrkja felagsskapin og geva næmingunum veruligar løtumyndir av ungdómslívinum hjá javnaldrum, kunnu vit stuðla teimum í at taka sunnar og sjálvstøðugar avgerðir.
Tað góða ungdómslívið snýr seg um at finna javnvágina millum frælsi og ábyrgd, og lærarar hava eisini ein týðandi leiklut at stuðla næmingunum á hesi ferðini.
Latið okkum saman skapa teir bestu karmarnar fyri okkara ungu, so tey kunnu vaksa upp í einum rúsfríum umhvørvi, ið fremur bæði trivnað og sunnar felagsskapir. Við SSP-samstarvinum sum stuðli kunnu vit gera mun – ein mun, ið røkkur langt út um skúlastovuna – ið er betri saman.
Daisy. J. Iversen, SSP-ráðgevi, hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.