Tíðindi
07.02.2018
Durita Jakobsen tók læraraprógv í 2002, AKT-útbúgving (atferð, kontakt og trivnaður) í 2004 og cand.pæd. pæd. psyk. í 2013. Tað er ein vardur tittul frá hægri lærustovni í Danmark. Durita hevur eisini grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði. Hon hevur undirvíst í Tofta skúla síðan 2002 og hevur millum annað skipað AKT- og SSP-arbeiðið (skúli, sosialir myndugleikar og politi) í Tofta skúla, og áðrenn Durita kom í Tofta skúla arbeiddi í fleiri greinum í ferðavinnuni.
- Nú havi eg arbeitt í Tofta skúla í 15 ár, og samstarva nógv við leiðsluna í námsfrøðiligum spurningum, og eg havi lutvíst arbeitt sum námsfrøðiligur ráðgevi her og í Runavík, eitt arbeiði, sum bar í sær, at eg hevði mót upp á at gera mun sum stjóri, sigur Durita Jakobsen skúlastjóri.
Har skuldi setast nýggjur stjóri, og Durita helt seg vera skikkaða til at bjóða seg fram. Hon heldur, at á Toftum hava tey ein sera góðan og væl riknan skúla, og hon heldur ikki, at har er nakað, ið skal kollveltandi broytast, tí tað gongur væl.
- Tó, mann skal altíð royna at betra seg, og tað haldi eg eisini, at vit skulu, sigur Durita, sum heldur, at tey alla tíðina sum skúli vera við til at ala ein felagsskap upp, her tey í felag kunnu mennast og læra.
- Felagsskapskenslan er ógvuliga týdningarmikil, tí tað er hon, ið leggur støðið undir ta læringina, sum skal fara fram í flokkunum, og at eg sum stjóri skal ganga á odda at skipa fyri, stuðla undir, kanska birta uppundir, at øll lærutilgongdin er góð.
Sambært nýggja skúlastjóranum í Tofta skúla kann hesin skúlin vera eitt kraftsentur, her næmingar trívast og læra, og tá ið tey verða vaksin hava eitt dragandi minni um Tofta skúla. Hon er ikki komin við eini visjón um, at hon skal skal fara hendaveg, og hini fara handaveg.
- Støðið her er frálíkt, og vit hava ein góðan skúla, sigur hon avgjørd.
Hon hevur lagt merki til, at nú fólk ynskja henni til lukku við nýggja starvinum, siga tey: "Ja, hetta er ein góður skúli!" "OK, hvussu veitst tú tað?" sigur hon. So tað er eitt orð skúlin hevur á sær. Sjálvandi kann onkur altíð finnast at onkrum, og okkurt skal broytast. Hon sigur, at sjálvandi skulu tey í skúlanum vera opin fyri at hoyra, um tað ikki er okkurt, ið krevur broytingar, men yvirhøvur heldur hon, at tað er gott.
Tofta skúli hevur nú í eini 15 ár havt gott breytarsamstarv í 10. flokki við Runavíkar skúla. Tey bjóða eina seks breytir út, men tað vísir seg, at tað eru tær somu, ið verða valdar, og tær eru fyrst og fremst ítróttarbreytin, her kunnu tey saktans hava tvær, upp í tríggjar, síðan kemur køkur og heimkunnleiki. Tey hava eisini eina KT-breyt í ár umframt eina tónleikabreyt. Tey skiftast um at hýsa breytunum, soleiðis sum tað passar best.
- Vit hava svimjing, tað hava tey ikki, fortelur Durita.
Í Tofta skúla hava tey eina skipan gangandi, sum er teirra formur fyri forskúla. Nú beint eftir jól fóru til dømis tveir lærarar, ein føroysklærari og ein roknilærari, úr Tofta skúla niðan í barnagarðin – uppi á Svangaskarði – at ganga ígjøgnum nakað av tilfari í føroyskum og nakað í støddfrøði inntil summarfrítíðina. Eftir summarfrítíðina fara børnini í skúla, og forskúlalærararnir eru nú lærarar hjá teimum.
- Nú kemur ein námsfrøðingur frá barnagarðinum oman í skúlan og er nakrar í skúlanum hjá hesum børnunum, og henda skipanin gongur so til jólar, sigur Durita Jakobsen.
Nýggi stjórin í Tofta skúla rópar skipanina "frá jólum til jóla". So fer lærarin niðan, tey koma í skúla, og so kemur námsfrøðingurin oman frá summarfrítíðini til jóla, tá ið børnini eru komin í skúla í 1. flokk.
Hetta er forskúlaskipanin á Toftum: Skúlin er uppi í barnagarðinum frá jólum til summarferiuna, og frá summarferiuni til jóla, er námsfrøðingurin í skúlanum.
Hetta er ein mjúk skipan, sum kommunan er fegin um, skúlin er fegin um hana, og foreldrini eru fegin um hana, tí at kommunan fær í roynd og veru ikki spurningin: "Tú, skulu vit ikki hava forskúla?"
Svarið er, at her er forskúli!
Myndin:
Hjá nýggja skúlastjóranum á Toftum, Duritu Jakobsen, er felagsskapskenslan ógvuliga týdningarmikil, tí tað er hon, ið leggur støðið undir ta læringina, sum skal fara fram í flokkunum, og Durita skal sum stjóri ganga vera fremst at skipa fyri, stuðla undir og kanska birta uppundir, at øll lærutilgongdin er góð
Tekstur og mynd: Sonne Smith