Tíðindi

Felags fyribyrgjandi rørsluvenjingar

Í tí modernaða skúlanum á Giljanesi vesturi í Vágum er eitt bókasavn hjá Miðvági og Sandavági, her er eitt felags fundarhøli, og haraftrat hava Heimatænastan í Vágum og Skúlin á Giljanesi eitt sínámillum samstarv, ið fevnur um, at fyribyrgjandi rørsluvenjingar eru fluttar inn í fimleikarhøllina og auluna í Skúlanum á Giljanesi

02.12.2015

Hesar venjingar eru hvønn mánadag og hvønn hósdag og hava til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión.

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi hevur einki beinleiðis við fimleikin at gera og tað arbeiði, sum tey gera. Tað hevur verið inni á Sýnini. Ellisheimið inni á Sýnini verður renoverað og umvælt, so tann parturin verður fluttur út, so allar tær venjingarmaskinurnar, sum tey hava, verða fluttar í ta gomlu auluna. Tey brúka eisini fimleikahøllina til fimleik.

   - Sum eg skilji, so er undirtøkan ótrúliga góð her vesturi fyri fimleiki fyri eldri. Her eru 60 fólk, sum ganga javnan til fimleik, og tað er í roynd og veru eitt positivt problem, at tey eru so nógv, sigur Annbritt Toftegaard.

Hvønn mánadag og hvønn hósdag frá klokkan 2 til 3 hava tey gomlu venjing í fimleikahøllini og gomlu auluni.

Aftan á hava tey eisini kaffi, sum ellisheimið koyrir inn á Giljanes, og annanhvønn mánadag hava tey fyrilestrar frá klokkan 3 til 4 um viðurskifti, sum eru í teirra gerandisdegi, og sum tey hava áhuga fyri.

   - Tað havi eg sagt, at tey eru vælkomin at brúka hetta hágólvið – ta reyðu trappuna – hjá okkum til.

Tað vanliga í dag er, at børn og eldri eru nokk so uppdeild. Smá børn eru í barnagørðum, størri børn eru í skúlum, vaksin fólk eru á arbeiðsplássum og pensjónistar, sum klára seg, eru heima, og fólk, sum ikki klára seg, eru á ellisheimum. Eg meini, at tað er keðiligt við hesum uppbýtinum hesi uppdeiling, tí vit hava øll virði í okkum sjálvum, akkurát har vit eru komin til í lívinum.

Annbritt segði á samkomu, tá ið samstarvið byrjaði herfyri, at fólkini eru vælkomin hálvan tíma áðrenn, umleið klokkan hálvgumtvey.

Samstarvið millum Heimatænastuna í Vágum og Skúlan á Giljanesi stendir við, so leingi ellisheimið á Sýnini verður renoverað. Eitt arbeiði, sum mett verður at taka hálvtannað til tvey ár.

Skúlastjórin sigur, at tey eru fegin um at hava tey gomlu í skúlanum. Hon heldur, at tað er stuttligt. Ein dagin, hon fór til hondarbeiði, stóð ein heilur flokkur av eldri fólki uttan fyri fimleikahøllina, samstundis sum frítíðarskúlin var har við sínum børnum, og skúlabørnin i gingu eisini har.

   - Tað haldi eg, er stuttligt, sigur Anbritt Toftegaard. - Tí vit liva í einum samfelag, her vit eru so sundurbýtt.

Annbritt Toftegaard helt røðu, tá ið samstarvið var komið í lag. Hon segði m.a.:

   "Tað vanliga í dag er, at børn og eldri eru nokk so uppdeild. Smá børn eru í barnagørðum, størri børn eru í skúlum, vaksin fólk eru á arbeiðsplássum og pensjónistar, sum klára seg, eru heima, og fólk, sum ikki klára seg, eru á ellisheimum. Eg meini, at tað er keðiligt við hesum uppbýtinum hesi uppdeiling, tí vit hava øll virði í okkum sjálvum, akkurát har vit eru komin til í lívinum".  

Myndin:

Tann reyða trappan ella hágólvið, tey rópa, í nýggja skúlanum á Giljanesi er eisini sessir hjá fundarfólki


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni