Tíðindi
08.05.2017
Málið hevur Próvstovan tikið upp soleiðis, ið foreldur, lærarar og mong onnur hava eftirlýst. Eitt forrit, ið ikki riggar nøktandi, kann eingin liva við. Vit vóna, at tá næsta landsroynd verður, at vit tá síggja eitt forrit, um royndirnar framvegis eru á teldu, ið er væl og virðiliga royndarkoyrt, so tað riggar til fulnar. At børnini afturvendandi eru farin til landsroynd fyri at uppliva, at vit avlýsa ella útseta royndina, ber ikki til, tað máar støðið undan álitinum á landsroyndina millum foreldur og børn, ja, royndum sum heild. Tað er sjálvsagt ikki tað, nakar ynskir; vit vilja fegin hava landsroyndir og royndir í hádeildini. Tær skulu bara vera so mikið góðar og álítandi, at børn okkara kunnu fáa vitan, um hvat tey duga væl, og hvørjum tey skulu arbeiða meiri við. Hetta hevur somuleiðis virði fyri foreldur og lærarar. Tosað hevur verið um, hví vit ikki fara aftur til pappír og penn, hetta er tó als ikki tann leið, vit ynskja at fara. Vit heita á landstýriskvinnuna um at tá ið nú kemur í staðin, MÁ verða ein skipan, øll hava álit á. Vit eru noydd at lyfta landsroyndina uppá eitt støði, har virðingin og trúvirðið verður tryggjað.