Tíðindi
23.03.2017
- Vit hava havt fólkaskúla í hálvtannað hundrað ár, og fyri fyrstu ferð sleppa tey, sum skulu ganga á odda í fólkaskúlanum, at útbúgva seg innan leiðslu. Nakrir skúlaleiðarar hava av sínum eintingum nomið sær viðkomandi útbúgving, men nú verður útbúgvingin umsíðir skipað. Tað er í grundini rættiliga fantastiskt, at tað ikki er hent fyrr. Ein skúlastjóri hevur bæði fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum. Í miðal starvast 17 lærarar í hvørjum skúla, men í størstu skúlunum eru upp ímóti 100 starvsfólk. Skúlastjórin hevur ábyrgd yvir fyri Mentamálaráði og avvarðandi kommunu og størri ella minni tal av foreldrum. Tað er ein stór uppgáva at átaka sær uttan viðkomandi útbúgving og higartil uttan útlit fyri at fáa eina útbúgving, sigur Herálvur Jacobsen.
Skúlar, sum kunnu vísa á góð úrslit, hava góða, sterka námsfrøðiliga leiðslu, og tí raðfesta vit sum eitt miðvíst átak hesa ískoytisútbúgvingina fremst, sigur landsstýriskvinnan við skúlamálum í samrøðu í Skúlablaðnum, sum kemur fríggjadagin.
Talan verður um eina bachelorútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, sum ger lærarar og leiðslur skikkaðar at vera skúlastjórar. Endamálið er at uppstiga leiðslur kring alt landið í verandi fólkaskúla, bæði leiðslur, sum longu eru leiðslur, og har tørvur er á tí, eisini fyri lærarar, sum hava hug og hegni at royna seg sum leiðsla, antin sum varaskúlastjóri ella skúlastjóri.
Tað verður Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum fer at taka sær av leiðsluútbúgvingini saman við Glasi, Marknagili - hægri nám, sum hevur góðar og drúgvar royndir at skipa leiðsluútbúgvingar.