Tíðindi

Fata vit púra vanlig eyðkenni sum sjúka?

Høvdu vit vitað betur, hví tað eru so nógv, sum fáa staðfest ADHD, høvdu vit vitað, hvørja viðgerð og hvørji tiltøk høvdu munað. Tað gera vit tíverri ikki enn. Tíðargrein, sum ein granskingarbólkur á Instituttinum fyri heilsu og familjuviðgerð við NTNU í Gjøvik í Noregi hevur skrivað.

02.08.2024

Talið á teimum, sum fáa staðfest ADHD, veksur skjótt. Í fjør hendi tað, at apotek í Noregi ongan ADHD-heilivág hevði eftir. Vit eiga at vera eyka á varðhaldi, tá ið talan er um henda heilivágin, tí tað er eitt stórt tal av børnum, sum fáa viðgerð við heilivági fyri ADHD.

Vøksturin í talinum á diagnosum síggja vit bæði millum børn og vaksin, og henda gongdin er at síggja altjóða. Vøksturin er serliga stórur millum gentur og kvinnur.

ADHD (Attention Deficit Hyperactivity Disorders) verður bólkað sum órógv á nervromenningini. Bæði arvur og umhvørvi hava týdning. Diagnosan verður sett við støði í eyðkennum, sum tann, ið verður kannaður, sigur frá, og sum verða eygleidd.

Tey týdningarmestu eyðkennini eru trupulleikar við uppmerksemi, órógv og impulsivitetur. Menniskjað er í støðugari broyting, men tað er ikki sannlíkt, at heilarnir hjá okkum eru broyttir so skjótt.

Heilivágur eigur ikki at vera tað fyrsta, sum hugsað verður um, tá ið talan er um viðgerð av ADHD

Vøksturin í diagnostiseringini kann koma av, at diagnosan hevur fingið stórt uppmerksemi. Tað ger, at fleiri, sum tørvar hjálp, fáa hjálp, og tað er gott, men tað kunnu eisini vera viðurskifti í umhvørvinum, sum spæla inn og gera, at børn gerast meiri órólig og minni hugsavnað:

Vit hava óavmarkaða atgongd til undirhald. Vit verða avbrotin alla tíðina, og eingin keðir seg longur.
Vit liva í einum heimi, sum kann verða fataður sum ótryggur.
Frítt spæl er umráðandi fyri menningina hjá børn, men gerandisdagurin hjá børnum verður støðugt meiri stýrdur av vaksnum.
Vit liva í einum samfelag við øktum krøvum til útbúgving, og tað at vera óróligur og ikki megna at hugsavna seg verður sæð sum ein vaksandi trupulleiki í einum skúladegi, har mann situr nógv stillur.

Foreldur «diagnostisera» síni børn

Summi fólk eru ógvuliga rólig og duga væl at hava fokus, tá ið tørvur er á tí, men tað er neyðturviliga ikki so, at eitt miðalfólk er soleiðis. Tað er púra normalt, at børn eru órólig, og tað kann vera trupult at fáa tey at sita still og gera, sum vaksin vilja.

Tað er eisini normalt at órudda illa og ikki megna at hugsavna seg. Tí er tað álvarsamt, tá børn fáa boð um, at okkurt er galið við teimum, tá tað heldur snýr seg um ymiskt í umhvørvinum, sum ger seg galdandi ella vantandi tolsemi fyri, at øll ikki eru líka. Kanska eru vit farin at fata púra vanligan atburð sum at okkurt er galið?  

Tað er gott, at fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar, ikki longur verða stigmatiserað, og at kend fólk stíga fram við sínum diagnosum, eitt nú ADHD. Henda positiva gongdin er tó ikki uttan hjáárin, tí tað er ein treyt, at tú hevur niðursett virkni, um tú kanst fáa eina slíka diagnosu. 

Tað, vit síggja í løtuni, er, at fólk, sum klára seg sera væl, stíga fram við diagnosuni ADHD. Tað er lætt at finna meiri ella minni rættar lýsingar av ADHD-eyðkennum á netinum, og nógv «diagnostisera» seg sjálv ella børn síni, og venda sær til heilsuskipanina við eini «bílegging». 

Av tí at foreldrini ella barnið sjálvt hugsa, at tey hava ADHD, er tað lætt at vátta eyðkennini, tá ið tey verða spurd. Tað er eingin objektiv kanning, til dømis ein blóðroynd, sum kann avdúka sjúkuna. Tað er sostatt ein vandi fyri, at fólk verða skeivt diagnostisera í heilsuskipanini. Hetta sæst týðiligt, tá ið hugt verður at, hvussu ymiskt tað kann vera av fáa eina ADHD-diagnosu – nevniliga alt eftir, hvat tú býrt. Órógv og trupulleikar at hugsavna teg eru óspesifikk eyðkenni, sum kunnu gera seg galdandi fyri annað enn ADHD, eitt nú um tú hevur verið fyri traumatiskari hending ella hevur sálarligar avbjóðingar.

Vit vænta at fáa heilivág

Sambært leiðreglum, sum tey hava gjørt í Noregi, eigur heilivágur ikki at vera tað fyrsta, sum fólk fáa í boði, tá ið talan er um at viðgera ADHD. Fyrst eigur at vera gjørd ein roynd at minka um trupulleikarnar. Men í veruleikanum førir ein ADHD-diagnosa mangan við sær, at fólk fáa tilboð um at fáa heilivág, og nógv vænta eisini at fáa hetta í boði. Vanligasti heilivágurin er sentralstimulerandi, amfetaminlíknandi evni. Verður heilivágurin rætt brúktur, kann hann gera stórt gagn, men hann er ikki uttan hjáárin. Nógv stríðast við kvalmu og vánaligan matarlyst, hjá summum børnum í so stóran mun, at tey gevast at vaksa. Summi fáa ein feril av tunglyndi, angist ella verða aggressiv. Nógv fáa hægri puls og blóðtrýst, og nýggjar kanningar benda á øktan vanda fyri hjarta- og æðrasjúkum, um tú hevur tikið heilivágin leingi.

Onkur kann eisini misnýta heilivágin, tí hann virkar sum klænkiheilivágur. Verður hann rætt nýttur, er eingin rúsandi effekt av honum, men tað ber til at fáa ein rús, um tú tekur eina hægri nøgd enn viðmælt. Tú tolir sjálvandi betur hjáárin, um støðan, sum verður viðgjørd, er álvarslig, men tá ið so nógv eru í viðgerð, eisini tey, sum hava lætt ADHD, eigur at verða hugt álvarsamari at hjáárinunum. Samstundis hava vit eina stóra ábyrgd, tá ið talan er um børn, sum ikki kunnu velja sjálv, um tey vilja í viðgerð ella ikki, og tí at tey mangan ikki eru før fyri at siga frá teimum hjáárinum, tey fáa.

Hvat er normalt?

Sum granskingarbólkur halda vit, at røtt hjálp hevur týdning, og tí eiga vit at steðga á og hugsa okkum um, áðrenn eitt stórt tal av børnum fær diagnosu og heilivág, sum kann føra til álvarslig hjáárin. Av tí at órógv og trupulleikar við hugsavnan er ein vaksandi trupulleiki, eiga vit at broyta umhvørvið, sum barnið er partur av, og vit eiga at tola ymisleikan betur og endurskoða, hvat er normalt.

Vit hava tørv á meiri vitan og gransking um hetta evnið, soleiðis at vit í framtiðini veita røttu viðgerðina til teirra, sum tørvar hana.

Skrivað av granskingarbólkinum: sálarlig heilsa og familjuviðgerð við Instituttið fyri heilsuvísindi, NTNU í Gjøvik í Noregi:

Elisabeth Haug, sálarfrøðingur og granskari
Nina Beate Andfossen, granskari
Lisa Victoria Burrell, granskari og doktari
Kari Kirkbakk Fjær, lektari
Siri Ødegaard Fossum, granskari
Wenke Iren Gamme, universitetslektari
Thomas Habtu, granskari
Bente Hamnes, granskari
May Elin Juliusdatter Haug, granskari
Hege Skundberg Kletthagen, granskari
Erna Helen Majormoen, granskari
Øyfrid Larsen Moen, granskari
Agneta Schröder, granskari
Anne Skoglund, granskari
Ingrid Hartveit Svendsen, granskari
Ingunn Ulvestad, universitetslektari
Lisbeth Kjelsrud Aass, granskari

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni