Tíðindi

Fartelefonreglur hoyra undir hvørt einstakt skúlastýri

Heim og skúli fer ikki at leggja seg út í, hvussu strangar telefonreglurnar í skúlunum eru, um teir seta forboð fyri fartelefonnýtslu ella gera aðrar avmarkingar av fartelefonnýtsluni. Tað sigur Janus Vang, formaður í Heimi og skúla.

06.01.2025

Kjakið um fartelefonnýtslu í skúlunum kyknaði aftur við nýggjársrøðu løgmans nýggjársaftan. Løgmaður heldur, at vit eiga at fara longri enn bara at hava reglur fyri fartelefonnýtsluni og seta bann fyri fartelefonini í fólkaskúlunum kring landið.

“Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar,” segði løgmaður.

Janus Vang, formaður í Heimi og skúla, heldur ikki, at bann frá almennu myndugleikunum er rætta loysnin í hesum máli.

- At landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum áleggur skúlunum at gera reglur, sum avmarka nýtsluna av fartelefonum, halda vit er gott hugskot.

Í fólkaskúlalógini stendur, at skilhaldsreglur hoyra undir skúlastýrini, sum umboða foreldrini av næmingunum í skúlunum, starvsfólk og kommunur. Skúlastýrini eru tí rætti myndugleikin at áseta avmarkingarnar fyri einstaka skúlan á ein hátt, sum eru mest gagnligar, vísir formaðurin í Heimi og skúla á.

- Teir flestu skúlarnir hava antin hava gjørt ella eru í ferð við at gera reglur fyri fartelefonnýtslu, og við áheitanini hjá landsstýrismanninum at gera hesar reglurnar, verður tryggjað, at allir skúlar fáa hetta gjørt. Saman við kravinum til skúlastýrini um ein telefonpolitikk hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið eisini sent úrdrátt av nýggjastu granskingini á økinum og dømi um reglur, sum kunnu verða samtyktar. Á henda hátt eru skúlastýrini væl ílatin at taka á seg uppgávuna at orða reglurnar.

Í Heimi og skúla hava tey ikki viðgjørt spurningin um bann av sosialum miðlum fyri børn, tí hetta hoyrir ikki undir arbeiðsøkið hjá skúlastýrunum. Janus Vang heldur tó, at tað ljóðar sum ein áhugaverdur møguleiki við góðum signalvirði at banna børnum at vera á sosialum miðlum.

Les eisini: https://kvf.fo/greinar/2025/01/04/formadur-i-laerarafelagnum-telefonforbod-er-oneydugt


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni