Tíðindi

Fartelefonin skal út úr skúlanum

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fram til samtyktar um ikki at loyva fartelefon í fólkaskúlanum.

20.02.2025

Løgtingsmaðurin vil hava landsstýrið at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum í  mest møguligan mun ikki loyvir næmingum fólkaskúlans at hava fartelefon við í skúla.

Í viðmerkingum til uppskotið sigur tingmaðurin, at havandi í huga, hvørja ávirkan – bæði sinnisliga og likamliga – ovurhonds skíggjatíðin hjá fyrst og fremst børnunum og ungdóminum hevur, so er alneyðugt, at tey vaksnu – her ímillum eisini politiska skipanin – eru árvakin og gera sítt til at verja og fjálga um uppvaksandi ættarlið í tøkniliga meldrinum.

- Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga stór og umfatandi, men samstundis so alneyðug. Í Svøríki hava myndugleikarnir sett  forboð fyri fartelefonnýtslu  í  fólkaskúlanum.  Í  2024  fekk  franski  forsetin, Macron, handað eina frágreiðing, har niðurstøðan segði, at myndugleikarnir eiga at seta forboð fyri sosialum miðlum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Frágreiðingin mælir eisini til, at børn upp til 11 ár  als  ikki  skulu  hava  fartelefon,  og  at  snildfonir  skulu  vera  ólógligar fyri børn til og við 13  ár.

Tingmaðurin vísir á, at vit í Føroyum higartil hava lagt okkum eftir at upplýsa og ráða til, og tað er mangan eisini gott og rætt.

- Tó, við allari tí vitan, ið er komin fram seinastu árini um fartelefonir, skíggjatíð og avleiðingar, ja, so heldur uppskotssetarin, at vit eiga at fara eitt stig víðari, tá tað kemur til fólkaskúlan. Vit skulu fara longri, enn bert at lata málið upp til hvørt einstakt skúlastýri sær at gera fyriskipanir um at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum, sum galdandi kunngerðnr.68 frá 2010 gevur heimild til. Fartelefonin skal út úr skúlanum. Hon skal als ikki við í skúla.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum er í dag.

Les alt uppskotið her


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni