Tíðindi
11.02.2016
Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum stendur 28. januar m.a.:
"Skúlin við Løgmannabreyt hevur ásannað, at talgildu amboðini. sum eitt nú fartelefonir, órógva undirvísingina og sosiala lívið hjá næmingum, meðan teir eru í skúla. Tí hevur skúlin orðað ein telefonpolitikk, sum er galdandi fyri allar næmingar skúlans (...) Á heimasíðuni hjá skúlanum vísir skúlin til, at kanningar vísa, at bara næmingurin hevur fartelefonina í lummanum, versnar hugsavningin, og fakliga úrtøkan verður minni, enn tá telefonin ikki er nærhendis".
Og spyrt tú skúlanæmingar, hvat teimum dámar átakið í Skúlanum við Løgmannabreyt, siga teir yvirhøvur, at skúlin hevur tikið eina skilagóða avgerð, tí veruleikin er, at fartelefonin og onnur talgild amboð órógva og drena hugsavningina hjá næmingunum í undirvísingini.
Ymiskt er, hvussu skúlarnir – ella lærarar einsæris – handfara henda trupulleika. Summir lærarar siga bart út, at hetta er ein spurningur um dissiplin, ið ikki skal miskiljast sum kjaft, stev og kós. Bara modernað dissiplin, sum er virðingin fyri undirvísingini. Tað er at savna seg um undirvísingina og ikki um Facebook og allar freistingarnar, sum Cyberspace lokkar við í tímanum.
Onkur skúli hevur handhevjað forboð fyri fartelefonini í tímanum í fleiri ár. Og tað virkar væl. Aðrastaðni hava tey lagt telefonina í eina kurv, og hon verður útflýggjað aftur eftir tíman ella skúladagin. Men summastaðni hevur stigið tíverri bara verið handhevjað í ein mánað ella so, og so er alt við tað gamla aftur. Næmingarnir ferðast í Cyberspace og gloyma alt um undirvísingina.
Telduverðin er so international sum nakað. Klikka teg t.d. inn á norska ungdómsskúlan í Høylandet kommunu í Nord-Trøndelag. Har hava tey havt fartelefonforboð síðan 2005 – í skjótt 11 ár.
Næmingar í hesum skúlanum eru fremst í landinum í royndum. Teir vinna heiðursmerkir, og umhvørvið er kosið sum eitt tað besta í landinum. Í fjør vórðu teir kosnir til at fáa skúlavirðislønina hjá Sonju drotning, sum er ein virðisløn fyri inkludering og javnvirði.
Egil Ulvin, skúlastjóri heldur, at fartelefonbannið er bara positivt, og at tað eigur nakað av heiðrinum fyri tey góðu úrslitini hjá næmingunum.
- Vit vita, at samband er millum læringarumhvørvið og tey fakligu úrslitini, og her veit eg, at fartelefonbannið hevur verið umráðandi. Eg haldi, at næmingarnir savna seg um annað og serliga um hvønn annan, sigur skúlastjórin.
Ein kanning hjá tí viðurkenda bretska stovninum, London School of Economics and Political Science, vísir skilliga, at nógvir næmingar missa førleikan at hugsavna seg við at misbrúka fartelefonina. Stovnurin sigur seg kunna staðfesta, at fartelefonbann ber í sær betri próvtøl hjá næmingunum.
Myndin:
Her í norska ungdómsskúlanum í Høylandet kommunu í Nord-Trøndelag sleppa næmingarnir ikki at hava fartelefon hjá sær í skúlanum. Bæði næmingar og lærarar eru nøgdir við skipanina
Tekstur: Sonne Smith