Tíðindi
20.07.2016
Tá ið næmingar eru á vitjan á til dømis listasavni, náttúrugripasavni, djórasavni, festivalum og almennum stovnum og fyritøkum, fáa tey fakliga og sosialt nógv burturúr. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd í Danmark. Tilboðið er mangan av góðari dygd og viðkomandi fyri læringina hjá næmingunum; tað er tó ógvuliga ymiskt og misjavnt, hvussu nógv skúlar gera við hetta at fara út um skúlans gátt. Tað treytar lærararnar, lærugreinirnar og tilboðini, sum eru í økinum, har skúlin er, og sjálvsagt eisini flutning og flutningskostnað. Kanningin vísir eisini, at tað er nógv fyrireiking og tilrættalegging, sum skal til, fyri at skúlar kunnu samstarva við stovnar um vitjanir. Í hesum sambandi kunnu stovnarnir, um tey til dømis hava námsfrøðingar í starvi, vera við til at skipa vitjanina saman við læraranum og á henda hátt lata upp fyri fleiri vitjanum og gera tað betur møguligt fyri næmingarnar at koma út.
Í Danmark verða slíkar skúlatænastur samskipaðar, og í kanningini, sum er gjørd, er ein røð av tilmælum um, hvussu mentanarstovnar og uttanhýsis læriumhvørvi kunnu arbeiða fram ímóti, at slík undirvísingartilboð verða gjørd atkomiligari.
Samskipanin av skúlatænastum varð stovnað í 2013, tað var kenslumálaráðið saman við mentamálaráðnum í Danmark, sum tók stig til hetta. Endamálið er at stimbra uttanhýsis læriumhvørvi.
Í Føroyum er ein røð av søvnum og stovnum, talan kann verða um at vitja.